Stigtakarin til hesa innsavningina er 29 ára gamli Sølvar Michelsen.
Hann siglir vanliga við skipunum hjá Mærsk, men er heima í løtuni. Hesa tíðina meðan hann er heima dámar hon væl at fylgja við í dagsins tjakevnum.
Eitt av hesum er málið um tey samkyndu, og her hevur hann sett sær fyri at gera sína ávirkan galdandi við m.a. at savna inn undirskriftirnar.
Sølvar sigur, at hann og hini í bólkinum hava sera ymsar grundir fyri, hví tey siga nei til lógarbroytingina í § 266 b.
- Men vit eru tó felags um, at vit eiga at gera vart við, at tað hóast alt eru nakrir føroyingar, ið ikki taka undir við at broyta hesa lógargreinina, sigur hann.
Ímóti
Endamálið við hesum stiginum er stutt sagt, at fáa eina meiri avbalanseraða mynd inn í tjakið.
Ella sum Sølvar sjálvur tekur til:
- Nú onnur savna inn undirskriftir FYRI lógarbroytingini, so átti ein eisini at savna inn undirskriftir ÍMÓTI.
- Tað er so tað sum vit gera nú, sigur Sølvar í stuttum viðtali við Sosialin.
Hann hevur eisini skipað eina heimasíðu við heitinum www.neinei.dk. Henda hevur verið óvirkin um vikuskiftið, men har ber annars til at fáa fatur á einum skjali sum kann sendast til stigtakararnar.
Ein lýsing stóð í Sosialinum leygardagin og stendur aftur í dagsins blaði.
Sum skilst er ætlanin at handa løgtingsformanninum hesar undirskriftir.