Vit eru næstan ongan veg komin enn

Hetta vísir, hvussu langt tað er eftir at koma á mál, sigur nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Vit hava tosað um at leggja um til grøna orku í fleiri ár. Men enn eru vit ikki komin serliga langt. Í løtuni er tað nevniliga bara átta prosent av allari orkunýtslu í Føroyum, sum er grøn orka. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir eisini, at hesi seinastu árini hava vit ikki gjørt serliga stór framstig, tí fyri 20 árum síðani var grøn orka trý prosent av orkunýtsluni.

 

Hagstovan samanber eisini støðuna í Føroyum við støðuna í øðrum londum. Í hesum sambandi staðfestir Hagstovan, at í Íslandi er grøn orka 90 prosent av orkunýtsluni,  og í Danmark 41 prosent av orkunýtsluni, grøn orka. Í Týsklandi er grøn orka 19 prosent av orkunýtslunu og í Bretlandi tað 15 prosent.

 

Orkuna brúka vit til elektriska útgerð og tól, at hita hús og bygningar og til akfør og skip. Føroyingar hava ein rættiliga stóran fiskiflota, og her eru tað eisini fiskiskipini, sum eru teir heilt stóru oljuslúkarnir.  Tey standa sostatt fyri yvir 40 prosentum av okkara útláti av vakstrarhúsgassum. Bilar og húsarhald standa fyri umleið níggju prosentum av útlátinum í part og frameiðsla av streymi og hita, stendur fyri 14 prosent av útlátinum.

 

##med2##

 

Hagstovan sigur, at uppgerðin er eftir leistinum hjá ST. Tað merkir, at ferðafólkaskip, handilsskip, umframt flogfør til Føroya og úr Føroyum, eru ikki við. Føroysk fiskiskip eru við, men útlendsk fiskiskip, sum bunkra í Føroyum, eru ikki við, tí tann orkan er at meta sum endurútflutningur av vørum, sum eru innflutt.

 

Jón Kragesteen, nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, er ikki júst bergtikin av støðuni. Hann sigur, at her er sjón fyri søgn, hvussu at langt tað er eftir at koma á mál við grøna orkuskiftinum.

 

 – Og tað verður als ikki betri um vit eisini fara at nýta pening, tíð, vitan og menniskjaliga orku at leita eftir olju, sigur Jón Kragesteen. Hann mælir heldur til, at vit leggja dent á at leggja um til grøna orku sum skjótast, tí tað er av álvara at gera framstig.

 

##med3##