Vit eru sterkari

Hoyvíkingarnir vóru framúr væl nøgdir eftir dystin í dag. Ikki minst Bárður Brimvík, sum við seks málum gjørdist toppskjútti hjá H71. Nakað sum ikki júst er vanligt hjá strikuspælarum í Hoyvík. Men hetta var eitt úrslit av, spælið koyrdi væl, heldur Bárður.

- Vit byrja dystin øgiliga væl í verjuni, men har kemur stígur í, tá Halgir noyðist skaddur av vøllinum.

- Í seinna hálvleiki koyrir verjan tó aftur væl, og sjálvur haldi eg ikki, at tað er nakar ivi um, at vit vóru betra liðið í dag, sigur Bárður Brimvík.

Kropsliga tykjast tit at vera sterkari enn VÍF. Er tað nakað, sum kann fáa stóran týdning, nú tað er somikið tætt millum dystirnar?

- Tað vildi eg mett, at tað kundi fingið. Og í øllum førum til eina møguliga triðju finalu. Upp á tann mátan er tað kanska ein størri fyrimunur fyri okkum, jú fleiri dystirnir verða, sigur Bárður Brimvík.