Samstarvið ímillum fleiri av teimum stóru fakfeløgini er nú av álvara hótt.
Tað er ein ósemja ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Starvsmannafelagið, sum nú hevur sett kílar í samstarvið ímillum tvey av teimum størstu og máttmiklastu fakfeløgunum.
Hesi bæði fakfeløgini eru tveir av limunum í Sjeymannabólkinum, sum er ein samstarvsbólkur, sum sjey av teimum stóru fakfeløgunum sita í.
Stjala limir
Men nú tekur Føroya Arbeiðarafelag fyrivarni fyri samstarvinum í Sjeymannabólkinum.
Orsøkin er, at Føroya Arbeiðafelag er sera ónøgt við framferðina hjá Starvsmannafelagnum í spurninginum um viðurskiftini hjá dagrøktarmammunum kring landið.
Allar dagrøktarmammur, uttan tær í Havn og í Klaksvík, eru limir í lokalfeløgum, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.
Men nú roynir Starvsmannafelagið at fáa dagrøktarmammur ymsastaðni í landinum at melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag og upp í Starvsmannafelagið ístaðin.
? Hetta eru dagrøktarmammur, sum sjálvar hava meldað seg inn í tey lokalu arbeiðarafeløgini. Og hetta hendir samstundis sum vit royna at fáa sáttmála fyri dagrøktarmammurnar, sigur Ingeborg Vinther
Hon sigur, at hon veit meiri enn eitt dømi um, at Starvsmannafelagið hevur sett seg í samband við býráðs- og bygdaráðsformenn og biðið teir um at seta seg í samband við leiðararnar fyri dagrøktunum í kommununi. Leiðararnir eru í Starvsmannafelagnum og so skulu teir royna at fáa dagrøktarmammurnar at melda seg í Starvsmannafelagið, hóast tær longu eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon veit eisini dømi um, at Starvsmannafelagið hevur boðið dagrøktarmammum, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, til kunnandi fund.
?Vit føla rætt og slætt, at Starvsmannafelagið hevur stungið okkum í bakið og slíka framferð, kunnu vit ikki góðtaka, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon sigur, at ónøgdin við framferðina hjá Starvsmannafelagnum er so stór, at Føroya Arbeiðarafelag nú fer at umhugsaa støðu sína í Sjeymannabólkinum.
? Tað er ein spurningur um vit yvirhøvur kunnu taka lut í einum samstarvi saman við einum felag, sum stingur okkum so meint í ryggin, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt.
Hon sigur, at í hesi vikuni fer nevndin í Føroya Arbeiðarafelag at gera støðuna upp.
? Í hesum fundinum fara vit at taka limaskap okkara í sjeymannabólkinum upp fyri at vita, um vit framhaldandi skulu vera við har.
? Síðani mugu vit hava fund við Sjeymannabólkin.
Hon sigur, at sjálv gevur hon lítið fyri slíkt samstarv, tá ið tað eina felagið kann bera seg so óloyalt at ímóti einum øðrum felag og tí mugu viðurskiftini takast upp.
? Tað, sum Starvsmannafelagið ger, er so óloyal framferð, sum eg ikki havi vitað áður, sigur Ingeborg Vinther.
Umframt hesi bæði feløgini, eru tað Sjúkrasystrafelagið, Lærarafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Handverkarafelag, sum eru limir í Sjeymannabólkinum.
Ingeborg Vinther heldur, at tað vildi verið stórt spell, um hetta samstarv skuldi dottið niðurfyri, tí tað hevur verið gott og tað hevur eisini havt slagkraft.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking til støðuna frá Starvsmannafelagnum áðrenn blaðið fór til prentingar, tí formaðurin var ikki at hitta.