Orð og myndir: Dagny Joensen
?????????
Tey eru ikki ung longur, men heldur ikki ov gomul at leggja á annan bógv, sum fyrireiking til nýtt tíðarskeið í lívinum. Tað var at fara frá húsunum og til at keypa sær lítla íbúð, sum situr tørvin tey hava nú.
Tað er ein hugnalig og væl innrættað íbúð, hjúnini Diana og Finn í Puntabyrgi, 63 og 65 ára gomul, hava ognað sær. Innbúgvið er sett saman av gomlum lutum, sum bera boð um eina farna tíð, og av nýggjum innbúgvi, sum tilsamans setur ein íheimligan dám á júst liðugt gjørda verkið. Hetta er bústaðurin, sum tey vónandi kunnu verða verandi allar sínar dagar.
Áðrenn komið er so langt, hava nógvar og álvarsligar avgerðir verið tiknar, sum hava ávirkan á lív teirra fram eftir.
Hjúnini eru fegin um avgerðina at selja sethúsini, men eisini bilsin, at tað skuldi ganga teimum so væl í hond at taka stig til stóru broytingina í gerandisdegnum.
? Tað er tað besta, vit nakrantíð hava gjørt. Vit eru bara so fegin og takksom fyri, at fáa møguleika at búgva í hesum nýggja og meira einfalda umhvørvi. Handverkið er fyrsta floks og uttan um umstøðurnar eru sera hugnaligar og væl skipaðar. Tað er einamest orsøkin til, at vit trívast so væl her, siga Diana og Finn í Puntabyrgi.
Sum so nógv onnur, ið stovnaðu familju og bygdu sær sethús í sjeytiárunum, varð tað við árunum vorðið ov nógv at fara um, eins og stóri urtagarðurin, sum var yndisítrivið hjá Finn, gjørdist ov strevin í longdini.
Børnini bæði vóru flutt heimanífrá og nú sótu hjúnini einsamøll í stóru sethúsunum. Fyri at lætta um tilveruna, gjørdi hjúnini av at selja húsini og keypa sær 70 fermetra íbúð í nýggja býlinginum á Blómubrekku, nærindis Berjabrekku í Havn.
Finn í Puntabyrgi var upprunaliga skipstimburmaður. Aftaná lokna útbúgving í Danmark, stovnaði hann í sjeytiárunum egið byggivirkið innan jørð og betong, sum hann hevði í eini 10 ár. Tá hann gavst við byggivirkinum fór hann í starv í Tórshavnar Kommunu, har hann var arbeiðsformaður í 10 ár, men gavst har í 1999, tá heilsan fór at bila.
Diana í Puntabyrgi hevur havt sítt lívsstarv innan Felagið Javna, har hon var virkin frá 1972 til 2003, annaðhvørt sum stuðul, forkvinna, nevndarlimur og blaðstjóri á blaðnum hjá Javna.
Tilverubroyting í góðari tíð
? Tað verður oftani ført fram, at um fólk skulu flyta frá sínum gamla bústaði, skal tað gerast í seinasta lagi um seksti ára aldur, fyri at festa røtur í nýggja staðnum. Hugsaðu tit um tað?
? Vit hugsaðu ikki beinleiðis um tað, men ivaleyst er tað nakað sum talar fyri tí. Høvdu vit verið sjeyti ára gomul, hevði tað verið ov møtumikið at broyta tilveruna so nógv, sum vit hava gjørt, sigur Diana.
Finn gevur konuni viðhald. Tað var ikki løtuverk at ríva seg leyan úr gamla umhvørvinum.
Tey byrjaðu at tosa um at flyta fyri eini trimum árum síðani. 30 ára gomlu sethúsini, sum vóru 270 fermetrar til støddar í trimum hæddum, kravdi viðlíkahald, men Finn, sum allar dagar hevur verið fúsur til slíkt, orkaði ikki longur. Heldur ikki fall tað Dianu so lætt longur at halda húsini innan, eins og hjá Finn at røkja stóra urtagarðin.
? Vit orkaðu stutt sagt ikki at síggja alt falla í órøkt, siga tey bæði.
Tey minnast ikki reiðiliga, hvør teirra fyrst tók spurningin um at flyta upp, men semjast um, at tað var ein avgerð, sum tey bæði tóku undir við beinanvegin.
Tey gjørdu av at keypa sær íbúðina, sum tá bert var á tekniborðinum.
Síðani byrjaðu tey at arbeiða við tankanum um at flyta.Tað vóru nógv viðurskifti at fáast í rættlag, eftir 30 ára skeið í egnum húsum.
? Tað var greitt beinanvegin, at bert ein partur av innbúgvinum kundi flytast í nýggju íbúðina. Møblar og annað rúmaðist stutt sagt ikki inni, ella tóku ov nógv pláss. Hetta vóru alt lutir, sum hóast alt vóru minnir okkara gjøgnum eitt langt lív, men tað noyddust vit at góðtaka, sigur Finn.
? Stúrdu tit ikki fyri flytingini?
? Vit hava altíð verið væl nøgd, og tað hevur verið okkara signing. Guðstrúgvin gav okkum tryggleika í tí vit nú fóru undir, siga Diana og Finn.
Minnini varðveitt í myndum
? Fyri at koma til sættis og venja okkum við broytingina, tóku vit myndir av øllum bæði úti og inni, og settu í mappur, og soleiðis hava vit altíð myndirnar til at taka, um vit skulu líta afturum bak, siga tey bæði.
Tá tað var gjørt seldu hjúnini nakað av innbúgvinum, serliga antikkir møblar og tílíkt. Tað sum ikki skuldi flytast í nýggju íbúðina, varð sett oman í eina stóra gongd í kjallarahæddini, har vinir og kenningar fingu boð um at koma at vita, um tey høvdu brúk fyri nøkrum av hesum.
Samstundis útvegaðu hjúnini sær ein bússu frá Reyðakross felagsskapinum, sum fólk kundu lata til, um tey vildu stuða felagsskapinum.
Tann parturin sum stóð eftir, fór til Reyðakross.
? Eg vil geva eldri fólki mítt besta viðmæli, at gera tað sama, sum vit hava gjørt. Vit trívast serstakliga væl í hesum snotiligu íbúðini og nýtast ikki at hugsa um viðlíkahald og tílíkt, sigur Finn í Puntabyrgi.
? Tað er stórt arbeiði at gera eitt heilt lív upp, sum vit hava gjørt. Tað, at leggja tað gamla til síðis og venja seg við nýggju tilveruna, er krevjandi, men tað var tað vert, tó at tað var við sorgblíðni at vit fluttu úr gamla grannalagnum á Gróthúsvegi, sum altíð so væl ímóti okkum og børnunum.
Vit eru kortini sera takksom, at tað er gingið okkum so væl, og at vit eru fallin so væl til her, sigur Diana.
Hon vónar bert, at tey frameftir fara at hava góða heilsu.
Liva upp á gleði og takksemi
? Eg eri bara so glað ? ja, eg kann siga, at vit liva upp á hesa gleði og kenna stórt takksemi. Lívið hjá okkum hevur altíð verið eitt baks, og nú vit hava vunnið á stríðnum, er alt gott, sigur Diana, meðan Finn rættar konuna við at siga: ? Tað var ikki baks, tað var ein uppgáva.
Hjúnini hava ferðast í fremmandum londum, har lítið og einki verður gjørt fyri at verja innbúgvarnir. Í hesum sambandi sigur Finn frá einum manni í Rumenia, sum hevði sagt honum, at um hann skuldi hava skurðviðgerð, so skuldi hann gjalda fyri leigu at amboðunum og skurðviðgerð umframt fyri uppihald á sjúkrahúsi.
? Vit hava vælskipað samfelag og hava frítt at fara á sjúkrahús og o.s.fr.. Eg vildi yngst, at onnur fólk kundu komið hendavegin og fingið lut í okkara vælferðarskipan.
? Finnur ætlar sær kortini ikki at sita hendur í favn. Hann hevur keypt sær ein bát, og hevur nú stundir at fara í fjørin, tá høvi býðst. Hann fer hvønn morgun oman í Vágsbotn, har hann hittir aðrar, sum eisini hava bát. Teir hava altíð okkurt at práta um.
So gongur leiðin heim aftur, har byggivirksemi í grannalag-num er stórt. Fleiri bygningar eru í gerð og Finn dámar væl at eygleiða teir ungu, kviku handverkarnar, sum gera sera gott arbeiði.
Tá bert annar er eftir
? Lívið er í veruleikaum so einfalt. Tað er at hava góða heilsu og at familjan trívist og hevur góðar umstøður, sigur Finn í Puntabyrgi.
Diana í Puntabyrgi hevur eitt ørindi, sum hon heldur vera sannleiksorð at liva eftir:
Lít við takksemi afturá,
lít við treysti frameftir,
lít við áliti uppeftir
lít vinarliga rundan um teg.
Hetta ørindi varð sagt í eini morgunandakt í Útvarpinum í 2001.
Um framtíðarvónirnar siga hjúnini: ? Vit tosa mest um dagin í dag, og gleðast um tað sum er, men vit tosa eisini um, at ein dag verður bara annar okkara eftir.
? Næstu ferð vit flyta verður annaðhvørt á ellisheim ella til himmals. Tá pakka vit ikki sjálvi.
? Tí eru vit serliga glað fyri, at vit hava fingið møguleikan at byggja tað nýggja upp saman. Tað høvdu vit ikki megnað, um bert annar okkara var eftir, sigur Diana í Puntabyrgi og Finn gevur henni viðhald.