Vit eru teir bestu

- Vit hava í dag eina »tsunami líknandi flóðaldu« av uppsjóvarfiski, sum kemur inn í føroyskt sjóøki í løtuni av makreli, sild, svartkjafti og Gullaksi.

Tað sigur Alfred Olsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Hann heldur, st vit eiga okkara sjálvsagda part av hesum fiskasløgum.

- Vit eiga sjálvandi okkara part av hesum fiskastovnum. Vit hava gjørt avtalur um svartkjaftin, men tá ongin avtala fekst um makrel og sild, hava vit ásett okkum sjálvum 150.000 tons av makreli og 105.000 tons av sild. Henda avgerðin meti eg verða rætta, tá ongin avtala kundi fáast við hini strandalondini, sigur Afred Olsen í lesarabrævi.

Hetta hevur stóran týdning, tí hesar fiskakvotur eru fíggjarliga grundarlagið fyri tey skip, sum fiska uppisjóvarfisk. Við tað, at hesi skip hava ment eina móttøkuskipan umborð, sum ger tað gjørligt at føra allan fiskin við góðari góðsku til lands, at verða virkaður til matna, so gevur hetta nógv arbeiðið á virkjunum á landi, minkar um arbeiðsloysið og gevur øktar inntøkur til land og kommunur og økir um okkara útflutning.

- Higartil er hetta ein sólskinssøga fyri alt tað føroyska samfelagið. Tí er tað ein stór politisk uppgáva at forða fyri, at tær hóttanir, í formi av handilsbanni frá ES og Norra móti Føroyum, ikki gerast veruleiki, skrivar Alfred Olsen.

At hetta gongur út yvir fiskastovnarnar undir Føroyum, so sum tosk og hýsu, sigur aseg sjálvt.

- Tí er neyðugt, at vit útvega heimaflotanum, sum er grundarlagið fyri, at arbeiðið er á flakavirkjunum, betri veiðimøguleikar og rættindi aðrastaðir, til dømis í Íslandi, Grønlandi, Flemish Cap, Norra, Ruslandi og aðrastani, so skip, manningar og fiskavirki fáa fíggjarliga úrtøku av arbeiði sínum, skrivar Alfred Olsen.

Hann vísir á Flemish Cap, sum er ein sonn sólskinssøga fyri línuskipini, manningar og flakavirki í Føroyum, sjálvt um tað vóru nógv sum hildu, at hetta við línuskipunum á Flemish Cap ikki lat seg gera.

- So latið okkum halda fram við at betra um møguleikarnar hjá fiskivinnuni og alivinnuni - tí á hesum økjunum eru vit teir bestu, skrivar Alfred Olsen.