Tað er serliga staðsetingin av tjóðleikhúsinum á Skálatrøð, sum Høgni Lützen, sum eigur og rekur handilin P/F Valdemar Lützen á Skálatrøð í Havn.
Hann hevur seinastu vikurnar savnað undirskriftir at mótmæla ætlanini at byggja tjóðleikhús á parkeringsøkinum á Skálatrøð.
Higartil hava gott og væl 2000 fólk skrivað undir mótmæli.
Men borgarstjorin í Havn vildi ikki taka ímóti undirskriftunum, sigur Høgni Lützen.
— Tað, at Annika Olsen, sum skrivliga og hvassliga hevur boðað mær frá, at hon ikki vil taka ímóti hesum undirskriftir frá mær, tá eg komi niðan í býráðshúsið við teimum, og Gunvør Balle, sum vegna Høgna Hoydal fastheldur at fáa tjóðleikhús á Skálatrøð fyri einhvønn prís, velja at yvirsíggja henda stóra bólk av fólki, ið staðiliga mótmæla hesa staðseting. Tað sigur meira um tær enn nakað annað, skrivaði Høgni Lützen í lesarabrævi á in.fo í gjár.
Og hann skrivaði víðari:
— Hetta mál hevur stóran týdning fyri meg, og eg veit, at eg havi stóran stuðul frá fólki at halda á við hesum stríði til meirilutin í Tórshavnar Býráð skilur álvaran og flytur staðsetingina av tjóðleikhúsi, sigur Høgni.
— Eg eri sera skuffaður av Tórshavnar býráð. Virðingin hevur verið undir alt lágmark, sigur Høgni Lützen.
Men Annika Olsen hevur broyt støðu og lovar nú at taka ímóti mótmælisundiskriftunum. Og tí ætlar Høgni Lützen sær at fara til býráðið við undirskriftunum.
Meira er um málið í mikudags-Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í landinum í morgin og sum kann keypast á www.sos.fo

Vit eru vanvird av býráðnum

