Vit eta ikki upp - hvalaveiðan í Føroyum má endurskoðast!

Seinastu dagarnar hevur heitt kjak verið um veiðu av springarum í Føroyum. Er hetta ein siðvenja, sum vit skulu halda fast í, skulu vit lata hana fara ella skal hon tillagast, so hon hóskar seg til tann heimin, sum Føroyar eisini er ein partur av?

 

Grundleggjandi eri eg fyri allari burðardyggari veiðu og nýtslu av tí náttúrutilfeingi, sum vit nú einaferð hava atgongd til í Føroyum. Søguliga hevur tað verið alneyðugt at vinna optimalt burturúr náttúrutilfeinginum fyri at tað yvirhøvur kundi vera liviligt her, men so hvørt at vælferðin er batnað í Føroyum, hava onnur virði og sjónarmið fingið ein størri leiklut.

 

Í seinnu helvt av 19-hundraðtalinum byrjaðu djóraverndarfelagsskapir at fáa eyguni upp fyri veiðu av súgdjórum í sjónum. Nógvir hvalastovnar vóru hart trýstir av ovurveiðu, umframt at drápshættirnir ofta vóru bæði drúgvir og pínufullir fyri djórini. Sum eitt svar uppá atfinningarnar stovnaðu Føroyar saman við grannalondunum Norra, Ísland og Grønland felagsskapin North Atlantic Marine Mammal Commision (NAMMCO). NAMMCO er eitt altjóða samstarv við tí endamáli at verja og menna rættindini hjá limalondunum at veiða súgdjór í sjónum burðardygt og ábyrgdarfult. Síðan NAMMCO bleiv stovnað, hava drápshættirnir ment seg nógv, umframt at vit hava fingið nógv neyvari tøl yvir hvørjir stovnar eru hóttir og ikki. Alt hetta hevur gjørt tað nógv lættari at verja rættindini hjá føroyingum og grannalondunum at veiða hval, men einki hendi á hesum økinum fyrr enn djóraverndarfelagsskapir og umheimurin gav tí ans. 

 

##med2##

 

Eg sakni tó nøkur sjónarmið í kjakinum, sum eg havi sæð seinastu dagarnar. Her hugsi eg einamest um burðardygga og ábyrgdarfulla veiðu av hvali.

 

Vit verja hvalaveiðuna við argumentum um, at stovnurin ikki er hóttur og ikki fær skaða av, at vit í miðal drepa áleið 635 grindahval árliga. Harafturat gongur drápið vanliga skjótt og skynsamt fyri seg, og hvalirnir liva eitt frælst lív til tað síðsta. Í eygunum á mongum, bæði her og úti í heimi, er hetta burðardygg veiða av besta slagi.

 

Eg havi tó ein trupulleika við, at vit í miðal drepa áleið 635 grindahvalir árliga og nú í 2021 eisini 1428 springarar í einum. Orsøkin er heilt einføld - eg trúgvi ikki vit eta upp!

 

Kyksilvur og onnur eiturevni hava fingið nógv at aftra seg ella heilt at gevast við at eta grind og spik. Kortini er turr grind og spik fastur gestur á flest øllum køldum borðum, og tá verður dúgliga eti. Einki galið í tí, men mongdirnar hanga ikki saman.

 

Taka vit støði í teimum grindunum, sum hava verið hildnar til í 2021, so er miðal hvalurin 8,41 skinn. Hvørt skinn er 50kg tvøst og 25kg spik. Altso 75kg x 8,41 skinn = í miðal 630kg av mati á hvørjum hvali.

 

Falda vit miðalvektina á einum hvali við hvussu nógvar hvalir vit í miðal hava dripið frá 2000 til 2020 verður tað 630kg x 635 hval = 400.000kg um ári. 

 

Í Føroyum eru vit áleið 55.000 fólk. Býta vit árliga fongin við íbúgvar í Føroyum fáa vit 400.000 / 55.000 = 7,3kg av tvøst og spik pr. íbúgva í Føroyum um árið ella 0,6kg um mánaðin.

 

Men øll eta ikki grind. Als ikki. Kanning sum Jónrit Halling, farmaseutur og ph.d, gjørdi í 2013 vísti, at føroyskar kvinnur søgdu seg sjáldan ella ongantíð eta grind. Tað eru eisini fleiri mannfólk, sum heldur ikki eta grind. Lat okkum tí siga, at 20-25.000 føroyingar javnan eta grind og spik. Fyri at eta allan fongin skal hvør av teimum 20-25.000 føroyingunum sostatt eta í miðal 1,3-1,7kg grind og spik ella 3-5 kók um mánaðin.

 

Sjálvandi eru tað undantøk, men tað eru tey allar fægstu, sum eta so nógva grind og spik hvønn mánað. Tískil má nógv av hvalinum fara til spillis. Í vikuni løgdu vit so 1428 springarar omaná roknistykkið.

 

Mítt argument er, at burðardygg og ábyrgdarfull veiða av súgdjórum í sjónum er ikki einans drápshættir og stovnstødd, men eisini at ansa eftir, at vit ikki drepa óneyðuga nógvan hval, soleiðis at kjøt fer til spillis. Ovurnýtsla og grammleiki er ALDRIN gott, sama um tað snýr seg um hvalaveiðu, seyðahald, sukur, alkohol ella annað!

 

Tískil haldi eg, at vit mugu taka kritikkin uttan úr heimi til okkum enn einaferð og endurskoða, um vit enn veiða hval á ein burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt!

 

Bartal Kamban,

 

Fólkalívsfrøðingur