– Tað er sjálvandi stuttligt at vera toppskjútti, men tað er ikki tað, sum hevur mesta týdningin, tí eg haldi tað vera nógv meira umráðandi, at vit koma longur fram á stigatalvuni, sigur Finnur.
– Eg var øgiliga fríur í báðum málunum, og tað seinna var ein reinur verjufeilur hjá teimum. Tá vit komu á odda 2-1, væntaði eg, at vit fóru at vinna, men so fingu teir eitt bíligt brotsspark og komu upp á 2-2.
Finnur Justinussen duldi ikki fyri, at hann als ikki var nøgdur við úrslitið, tí teir í Víkingi høvdu ætlað sær at vunnið, men beinanvegin eftir dystin var hann klárur at hyggja frameftir:
– Okkara ætlan er fyrst at taka B68, sum enn er eitt stig framman fyri okkum, og so fara vit eisini eftir HB, segði hann.
--
Javnleikur var í lagi
Óli Olsen, sum í løtuni er uppilagstur sjómaður, so hann kann hjálpa B68 í oddastríðnum, helt úrslitið ímóti Víkingi í gjárkvøldið vera á eini leið:
– Jú, eg haldi, at eg eri nøgdur við javnleik í kvøld. Vit vilja altíð vinna, men 2-2 var í lagi. Vit høvdu undan í fyrra og ímóti í seinna, og vit fingu í so lítið burturúr í seinna hálvleiki, segði hann.
– Men tað hevði mest at siga fyri okkum, at vit ikki taptu, so vit eru framvegis næstfremstir.
Sjálvur hevði Óli onkrar av stóru kjansunum í dystinum, men fekk ikki bóltin í málið.
– Viðhvørt brennur tú, heldur enn at skora, men hesa ferð fór okkurt uppum, umframt at Geza tók okkurt, staðfesti Óli Olsen.