- Vit vinna í ár. Tað trúgva vit sanniliga uppá.
Laila Jespersen hjá VB var sjálvsagt fegin um sigurin í Klaksvík í gjár. Hon staðfestir, at talan var um ein sokallaðan off-day, tá Stjørnan fyrr í ár vann við átta málum í Vági. Vágskvinnur eru líka sterkar sum føroyameistararnir.
- Vit vóru als ikki klárar til tann dystin. Nú hava vit eisini fingið styrk í Aukse Vysniaskaite. Tað er munurin nú frá seinast. Vit standa einki aftanfyri Stjørnuna.
Hví missa tit takið á dystinum í seinna hálvleiki?
- Tær byrja at mansverja, og tað órógvar nógv. Vit taka skeivar avgerðir og spælið verður heldur tilvildarligt. Men vit fingu bæði stigini, og tað hevur størstan týdning, staðfestir Laila Jespersen, sum skeyt trý av málunum hjá VB.