-Vit fara at berjast til síðsta blóðdropa

Libanon kann aftur enda í einum eldi. Teir vápnaðu islamistarnir ætla sær ikki at slaka.

-Tað var stjórnarherurin, sum byrjaði bardagarnar, og tí er tað eisini herurin, sum skal gevast fyrst, segði talsmaðurin hjá islamistiska felagsskapinum Fatah al-Islam í morgun, og hann gjørdi greitt, at islamistarnir eru til reiðar at verja seg.

 

-Heldur herurin fram við sínum álopum, eru vit til reiðar at stríðast til tann seinasta blóðdropan, segði Abu Salim Taha við fronsku tíðindastovuna AFP.

 

Bardagarnir hildu fram í morgun, tá stjórnarhermenn hildu á at skjóta eftir støðum, sum Fatah al-Islam hevur í einari palestinskari flóttafólkalegu norðan fyri býin Tripoli. Í gjárkvøldið heittu hjálparfelagsskapir á teir stríðandi partarnar um at steðga skjótingini, tí deyð og særd fólk liggja og sløðast í gøtunum í flóttafólkaleguni.

 

Bardagarnir eru teir harðastu í Libanon, síðani tað 15 ára langa borgarakríggið endaði í 1990. Dagurin er í dag er tann triði við hørðum bardøgum. Teir báðar fyrstu dagarnar doyðu 20 islamistar, 32 stjórnarhermenn og 27 sivilfólk.

 

 

Verri enn

 

Norðmaðurin Geir O. Pedersen, sum er serligur ST-sendimaður í Libanon, sigur við norskar fjølmiðlar, at hann stúrir fyri, at bardagarnir fara at versna, og at teir eisini fara at breiða seg.

 

ST-sendimaðurin sigur tað ikki vera óhugsandi, at libanski stjórnarherurin fer at leggja gamlar avtalur til viks og at senda hermenn inn í palestinsku flóttafólkaleguna fyri at berja Fatah al-Islam niður, tí hvørki teir palestinsku myndugleikarnir ella palestinskir felagsskapir í Libanon høvdu sett seg upp ímóti tí, sigur hann við NTB.