- Vit fara eftir tí eina sessinum

Javnaðarflokkurin fer til val við tí fyri eyga at fáa umboð valt. ? Neyðugt er at hava eina greiða føroyska rødd á Fólkatingi, sigur Jóannis Eidesgaard, løgmaður. Hann hevði eitt kanón-val fyri fýra árum síðani, men tað var tó ikki nóg mikið til ein fólkatingssess.

-Vit vóru so tætt við at fáa mannin við seinasta val. Hesaferð skal eingin ivi verða um úrslitið: Vit vilja og ynskja tí at annað umboðið verður úr Javnaðarflokkinum. Og tað fara vit at gera alt fyri at røkka.
-Men tað setur so krøv til okkum, - at vit enn einaferð gera eitt grundigt arbeiði í valstríðnum, og fáa sagt veljaranum frá, hví tey júst skulu velja okkara flokk, sigur løgmaður.
Enn er listin hjá Javnaðarflokkinum ikki klárur. Men arbeiðið er í gongd, og tá komið er fram móti vikuskiftinum verður kunngjørt hvørji valevnini verða.
Ein av tingmonnum floksins, John Johannesen hevur longu verið frammi og sagt frá, at hann ynskti at stilla upp til Fólkatingið. Og í Sosialinum í gjár segði Katrin Dahl Jacobsen so mikið, at flokkurin í øllum førum stillar upp. Óhugsandi er ikki, at hon sjálv verður at finna á listanum.
Við valið í 2001 vantaði flokkinum slakar 400 atkvøður í at fáa annað umboðið. Sjálvur hevði Jóannis Eidesgaard tá eitt sera gott persónligt val og fekk 3.689 atkvøður. Men tað var kortini ikki nóg mikið til ein sess á Fólkatingi.
Hetta valið kann eisini verða eitt slag av meiningarkanning um støðuna og styrkina hjá verandi samgongu herheima. Men úrslitið kann eisini koma at hava ávirkan á, hvør verður forsætisráðharri eftir valið, tí tann føroyska røddin hevur onkutíð verið tungan á vágskálini á Fólkatingi.

Føroysk sjónarmið hoyrast
Jóannes Eidesgaard sigur, at sum siður er, fer Javnaðarflokkurin at leggja dent á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í valstríðnum.
Onnur evni kunnu sjálvandi eisini verða tikin fram, tí andstøðan fer uttan iva at venda tosið inn á tey heimligu viðurskiftini eisini.
- Men vit eru í øllum førum til reiðar til valstríðið, sigur hann.
Nógv áhugaverd ting hava verið - og eru ? frammi í viðurskiftunum landanna millum. Og her er neyðugt at ein greið rødd verður at hoyra, sum siðiliga kann bera fram tey føroysku sjónarmiðini.
Flokkurin ynskir tí, at alt samskifti og allar samráðingarnar við danir um t.d. fullveldistilgongdina skulu ganga fyri seg í einum góðum og realpolitiskum tóna.
-Ger ein ikki hetta, so verður úrslitið soltið fyri okkum, sigur løgmaður.

Avtalur klárar
Í løtuni eru nógv viðurskifti frammi í samráðingunum millum Føroyar og Danmark. Millum hesi málini eru tær nógv umtalaðu yvirtøkulógirnar og ikki minst tær uttanríkispolitisku heimildirnar.
Umframt hesar lógir so er ein eisini komin fram til tvær avtalur, sum fara at verða til gagns fyri føroyingar í framtíðini. Tann eina avtalan er um sendistovur og sendimenn, meðan tann seinna fer at geva okkum betri innlit í tey stórpolitisku málini.
Henda seinna avtalan gevur okkum møguleika at fáa størri kunnleika og ávirkan, tá talan er um eitt nú verjumál og uttanríkismál við serstøkum áhuga fyri føroyingar innan t.d. virksemið í NATO og ST.
-Fáa vit eina føroyska javnaðarrødd á Fólkating, so kann hon, eisini her, vera við til at tæna okkara áhugamálum heima og úti, sigur Jóannes Eidesgaard.