Tað er tryggari at fólk hava møguleika at keypa sær eitt glas av víni ella eina øl í skipaðum viðurskiftum. Strangar treytir eru settar teimum, sum hava skeinkingarloyvi. Verða treytirnar ikki yvirhildnar, missir loyvishavarin loyvið.
Tað sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður. Hann skal um stutta tíð taka støðu til málið um skeinkingarloyvi, sum liggur í Tinganesi.
Í fjør heitti Tórshavnar Býráð á landsstýrið um at taka spurnignin um skeinkingarloyvir í Havn, upp til viðgerð.
Býráðið fekk svar frá undanfarna landsstýrismanninum, sum ikki var hugaður at lata fleiri loyvir.
Kappingaravlagandi
Síðani varð málið kært til Kappingarráðið, sum í november 1997 helt, at avgerðin hjá landsstýrismanninum kundi virka avlagandi fyri kappingina millum hotel og matstovur.
Í januar 1998 heitti vinnumálastýrið á Kappingarráðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð.
Tað er henda viðgerð sum skal fara fram nú. Eg haldi ikki, at tað er serliga skaðiligt at geva okkurt skeinkingarloyvir aftrat, sigur Finnbogi Arge, sum hevur kannað hagtølini frá 1993 - 97.
Sølan bert tvey pst.
á matstovum
Tað vísir seg, at tann parturin av rúsdrekka, sum hotel og matstovur selja, er bert 6 pst. av samlaðu søluni. Verða ølklubbarnir tiknir burturúr, eru bert tvey pst. av rúsdrekka selt í hotel- og matstovuvinnuni.
Tað sigur mær so mikið, at tað er tryggari at lata loyvir til støð, har strangar treytir eru settar fyri søluna. Verða treytirnar ikki lúkaðar, missir loyvishavarin skeinkingarloyvið. Tí er tað tryggari umhvørvi at keypa sær eitt glas av víni ella øðrum á eini matstovu.
Tú fert ikki inn á eina matstovu at rúsa teg, men fyri at fáa eina góða máltíð. Tí haldi eg, at vit ikki skulu vera so banginfyri at lata nøkur skeinkingarloyvir aftrat, sigur landsstýrismaðurin, sum samstundis heldur, at vit mugu koma burtur frá hugburðinum, at fólk bert drekka fyri at rúsa seg. Tað kann eins væl vera hugnalig sosial samvera, og harnæst er tað gagnligt fyri ferðavinnuna.
Mín niðurstøða verður tí helst, at eg fari at mæla til at okkurt loyvi verður latið aftrat, sigur Finnbogi Arge, sum eisini er tann, ið skal áseta talið av skeinkingarloyvum frameftir.