- Í gjár var In.fo fyri fyrstu ferð framman fyri Portal.fo í tali á brúkarum, og tað fegnast vit um í dag, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
Miðlahúsið røkt tíðindaflutningin á Portalinum, og tá ið hann varð selt til Knassar, gjørdi Miðlahúsið sin egna tíðindaportal, sum varð kallaður in.fo.
- Hetta fegnast vit um, og tí hava vit boðið starvsfólkunum eina máltíð í dag, sigur Jonhard Hammer.
- Og tá vit nú hava tikið eitt so stórt og støðugt tak í langa tíð fyri at røkka einum máli, skulu vit eisini duga at fegnast um tað, sigur hann. - Tá ið vit hava etið døgurðan í dag, fara vit beint aftur til arbeiðis fyri at geva øllum føroyingum tíðindi og viðkomandi tilfar í øllum okkara miðlum, sigur Jonhard Hammer.
|