- Vit fingu einki at vita um Rekling

- Umsitingin í Tinganesi og Landsstýrið vórðu ikki kunnað um at Michael Rekling arbeiddi fyri Den Danske Bank, áðrenn hann varð settur sum skrivari í kanningarnevndini, váttar fyrrverandi forstjórin

Dagny Joensen


Viðmerkingin frá fyrrverandi forstjóranum Finn Norman Christensen vísir til svarið frá Frank Jensen 26. september 1997 um samband millum Landsstýrið og Løgmálaráðið. Hann sigur, at ? ?notitsens citater³ frá samrøðunum á fundum í Løgmálaráðnum 19. juni 1995 og frá telefonsamrøðum millum Machael Lunn, skrivstovustjóra í løgmálaráðnum og Norman Christensen dagfest 20.,21.,23., og 30. juni 1995 er røtt endurgeving av konkretum spurningum, tá ið samráðst var um at tilnevna limir í kanningarnevndina, og um hvussu sekreteriatið hjá kanningarnevndini skuldi skipast.

Um málið við Michael Rekling sigur Norman Christensen, ? at Michael Rekling, advokatur, ikki hevur verið nevndur fyri umsitingini í Landsstýrinum áðrenn 30. juni 1995, og, ? at habilitetsspurningurin ikki hevur verið umrøddur í sambandi við skipanina av sekretetiatiðnum.¹

Síðani svarar Norman Christensen spurninginum frá Frank Åen, fólkatingslimi:

Forstjórin (Norman Christensen blkv.)hevur fyri Landsstýrisumsitingini umrøtt, at Løgmálaráðið hevur tosað við Jørgen Grønborg, advokat.

Í hesum sambandi var einki lagt fram konkret rættarmál ella habilitetsspurningar, ella sum Landsstýrið varð biðið um at meta um. Michael Rekling hevur ikki verið nevndur í hesum sambandi, sigur Norman Cristensen.

At enda skrivar Norman Christensen í svarinum, at einasti habilitetsspurningur, sum varð viðgjørdur millum umsitingina í Tinganesi og og Michael Lunn, skrivstovustjóra í Løgmálaráðnum var um Jørgen Grønborg og samband hansara til tvey virkir, sum umrøtt í notati hjá løgmálaráðnum dagfest 26. september 1995 í telefonsamrøðu dagfest 20. juni 1995.