Vit fingu ikki pening til nýggja útgerð

? Støðan á føroysku sjúkrahúsunum kann ikki góðtakast. ? Vit royndu at gera nakað við støðuna í fjør, men løgtingið vildi ikki, sigur Helena Dam á Neystabø

?Vit hava roynt at gera nakað við støðuna.

? Men løgtingið tók peningin frá okkum.

Sigur Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri.

Vit hava spurt hana, hvat hon heldur um støðuna á føroysku sjúkrahúsunum.

Seinastu tíðina hava vit fleiri ferðir í Sosialinum greitt frá, hvussu uppslitin ymisk útgerð á teimum føroysku sjúkrahúsunum er, ikki minst í Klaksvík og í Havn.

Í Klaksvík hava tey verið noydd at brúka ein vøruvogn til sjúkraflutning við at skora børuna í lastini.

Í Havn brendi ein sjúkrabilur saman á veg til Vestmanna eftir einum sjúklingi og á Landsjúkrahúsinum er røntgenútgerðin so uppslitin, at yvirlæknin sigur, at støðan er á markinum til tað óetiska, tí tað kemur ofta fyri, at tól brotna mitt í eini kanning, so at sjúklingar mugu sendast avstað aftur.


Vit hava roynt

Nei, Helena Dam á Neystabø heldur ikki, at slíkt kann góðtakast.

? Trupulleikin er, at nógvar íløgur til endurnýggingar á sjúkrahúsunum hava ligið á láni í fleiri ár, nú í kreppuni.

Ístaðin fyri at skifta útgerðina út so líðandi, standa vit nú í eini støðu, at neyðugt er at nógv útgerð treingir til at verða skift út ísenn.

Tó vísir hon á, at nakað er gjørt við at bøta um støðuna hjá sjúkrabilatænastuni.

? Ein bilur kom fyri tveimum árum síðani, ein er akkurát komin og ein kemur afturat heilt skjótt.

? Ynskiligt er, at vit kunnu koma í eina støðu, har vit eru før fyri at útvega ein nýggjan sjúkrabil um árið, sigur hon.

Á næstu fíggjarlóg verður miðað eftir at fáa fígging til ein nýggjan sjúkrabil til Klaksvíkar.

Annars sigur Helena Dam á Neystabø, at hetta landsstýrið hevur roynt at gera nakað við tað truplu støðuna hjá sjúkrahúsunum.

? Á fíggjarlógini í ár royndu vit at gera eina konto fyri seg sjálvan til útgerð til sjúkrahúsini.

? Hetta var in konto, sum skuldi vera felags fyri øll tey trý sjúkrahúsini.

? Fyri at økja um møguleikarnar fyri at fáa málið igøjgnum settu vit ikki meiri enn tríggjar milliónir av í uppskotinum til fíggjarlógina í ár.

? Men tíverri fingu vit ikki vælvild fyri hesum í fíggjarnevndini, tí hon strikaði bæði konto og upphædd aftur, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hetta gjørdi, at sjúkrahúsini eru framvegis sera illa fyri tá tað kemur til at endurnýggja dýr tól, tí tað er illa rúmd fyri at fíggja tey yvir vanliga raksturin.

Men hon sigur, at ætlanin er at royna aftur næsta ár og so at vóna, at játtandi myndugleikin, løgtingið vísir størri vælvild hesuferð.

? Eg má líta á, at løgtingið ásannar, at tað er neyðugt at útskifta útgerðina á sjúkrahúsunum eftir einari langtíðarætlan.

Hon heldur, at tað, sum liggur fyrst fyri at verða endurnýggja, eru røntgentólini á Landssjúkrahúsinum, sum eru rættiliga illa slitin.

Men hon vísir eisini á, at tað er so nógv annað, sum harðliga trongir til ábøtur, m.a. sjálvir bygningarnir.

?Okkara uppgáva verður so at raðfesta íløgurnar, so at vit hvørt ár fáa gjørt tað, sum er mest neyðugt.

Annars heldur heilsumálaráðharrin, at heilsuverkið er ikki verri fyri enn heilsuverkini í hinum norðurlondum.