- Vit flenna mest eftir tí, vit kenna best.
Tað fortaldi skemtarin og undirhaldarin, Robert McBirnie í beinleiðis Hvonn Live sending á Rás2 í gjárkvøldið.
Robert hevur meiri enn eitt mannaminni á baki sum tónleikari, skemtari og undirhaldari.
- Tað er ikki stórur munur á at undirhalda við eitt vanligt borðhald og einum jólaborðhaldi, segði hann.
Men hann hevur í øllum førum funnið útav einum og tað er, at fólk flenna mest eftiur tí, tey kenna
- Tað, fólk hava flent mest eftir í ár, er ein søga um nakað so gerandis sum eina fartelefon, sigur hann
Tað er søgan um eina konu, sum var so óð eftir fartelefonini, at hon sendir sms boð alla somlu tíðina. Ringast var, tá ið tey vóru løgst, tí hon var so íðin at senda sms, at maðurin fekk slett ikki samband við hana.
Men so varð maðurin farin at troyttast og hugsaði, at skuldi hann fáa samband við konuna, mátti hann bara eisini fáa sær eina fartelefon. So eitt kvøldið tey vóru løgst sndir hann henni sms boð: Tú hevur tikið helvtina av dýnuni hjá mær.
Hon var skjót at senda boð aftur: Hvør ert tú?
Hatta hevur næstan verið okkara besta søga í ár, sigur Robert McBirnie
Hinvegin sigur hann, at øll hesi árini hevur hann altíð havt eitt mark og tað er, at hann hevur aldrin fortalt skemtisøgur um tað, sum er undir beltinum.
Tað er av teirri einføldu orsøk, at hann heldur ikki, at tær eru stuttligar.
Og tað, tú ikki sjálvur heldur vera stuttligt, skalt tú ikki undirhalda øðrum við, sigur hann.
Robert McBirnie sigur, at besta minnið hann hevur frá jólaborðhaldinum í ár, var jólaborhaldið í Vági síðsta leygarkvøld
- Har vóru eini 350 fólk í ítróttarhøllini og tað var beint eftir, at Pál Joensen hevði vunnið silvur í EM, so lagið var gott.
- So vit byrjaðu borðhaldið við at biðja øll reisa seg at klappa í ein minutt fyri Pál Joensen. Tað var heilt fantastiskt, sigur hann.
Hóast hann undirheldur nógv, hevur hann sjálvur eisini góðar stundir til at njóta jólini.
- Tað er einki problem, eg eri jú pensjónistur, staðfestir hann.
Men hann sigur, at tey eru so heppin, at tey hava alla familjuna í Havn, íroknað seks abbabørn og tey eru øll saman á jólum, so tað er fínasta slag, sigur Robert McBirnie.
Les eisini: Eg leggi øgiliga lítið í jólini Sí fleiri myndir frá Hvonn Live við at trýsta HER
|