Í gjár bórust tíðindini, at bretska stjórnin er sinnað at fara undir kanningar, um møguleikan at leggja eina el-kaðal millum Bretland og Ísland. Tað er komi undan kavi í samband við, at bretski forsætisráðharrin, David Cameron, er á almennari vitjan í Íslandi.
Møguleikin fyri einum tílíkum kaðal hevur magan verið umrøddu í Føroyum, og so seint sum í august í ár, var íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, á vitjan hjá SEV, har evnið varð umrødd.
Men hóast íslendski forsetin vitjaði SEV, so verður ikki arbeitt við eini slíkari verkætlan í elfelagnum. Í stuttari viðmerking við in.fo, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, at tað eru landsmyndugleikarnir, ið mugu taka støðu til slík mál.
- Vit fylgja málinum og tí, ið hendir. Men hetta er ikki nakað, ið vit arbeiða við. Talan er um eitt mál fyri politisku skipanina at taka støðu til. Har skal man millum annað taka støðu til, um Føroyar skulu vera sjálvforsýnandi við orku, ella um man ynskir at innflyta orku frá øðrum.