Vit geva okkum stundir at steðga á

Rógvi Dragaberg heldur jól í Oklahoma City í USA

Rógvi og konan London

Rógvi Dragaberg er úr Klaksvík. Hann arbeiðir sum verkfrøðingur hjá Google. Hann er giftur London úr Oklahoma City, hon arbeiðir sum sjúkrasystur. Tey búgva í Austin í Texas í USA.

 

 

 

Hvussu fara tit at halda jól í ár?

– Jólini verða hildin saman við verfamiljuni í Oklahoma City, sum liggur umleið sjey tímar frá Austin. Tíverri verður høgtíðin verður merkt av nógvari koyring, og harvið ikki so avslappandi, sum man kundi ynskt sær.

 

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

­– Fyri meg sum trúgvandi eru jólini fyrst og fremst til at minnast, at Jesus var føddur. Annars eru jólini ein avbera hugnalig høgtíð, har fólk taka sær stundir til at gleðast saman við øðrum. 

 

 

 

Hvat er serliga gott við jólum?

– Jólini eru tann tíðin, har vit veruliga geva okkum stundir til at steðga á og taka tíð at verða saman við okkara nærmastu og ikki minst okkum sjálvum. Jólini eru eitt gott høvi til at taka tíð til sín sjálvan, at seta sær mál og hyggja afturá, hvat er uppnátt í hesum árinum.

 

 

 

Hvat kundi verið øðrvísi við jólum?

– Burtursæð frá, at eg hevði ynskt, at tað materiella við jólum ikki var í hásæti, er einki, eg vildi ynskt var øðrvísi.

 

 

Hvussu er at halda jól í USA samanborið við í Føroyum?

­– Jólini í USA eru ikki tað sama sum í Føroyum. Frídagarnir eru fáir, og alt gongur mest sum sína vanligu gongd burtursæð frá 25. desember. Fólk taka sær ikki í sama mun stundir til at halda jól og at hava frí. Amerikanarar sum heild búgva meira spjatt, so man sæst ikki so ofta. So jólini og aðrar høgtíðir eru eitt gott høvi at síggja familjuna. Føroyingar duga betur at binda frið og taka frí samanborið við amerikanarar.

 

 

Rógvi og konan London