Tað er líkt til, at tað bara verður ein broyting á landsliðnum til dystin móti Andorra. Venjingin í dag gav ábendingar um, at einasta broytingin verður at Fróði Benjaminsen byrjar inni fyri Róald Jakobsen.
Les eisini: Stórur áhugi fyri landsliðnum í Sørvági
Sostatt tykist greitt, at Lars Olsen ætlar at halda fast við trimum í miðverjuni. Hendan spælskipanin bleiv á fyrsta sinni í tíðini hjá Lars Olsen, brúkt hóskvøldið móti Portugal. Hóast fimm mál fóru ígjønum, so verður fleiri glottar at síggja.
Les eisini: (FSF Varpið) Andorra ikki ein løtt uppgáva
Eftir dystin í Portugal helt Lars Olsen fyri, at tað var ein møguleiki at halda fram við somu spælskipan. Spurningurin er so um tað riggar eins væl, tá føroyska liðið í størri mun skal leypa á enn móti Portugal.
Vit gita: (3-4-3)
Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen (liðsk), Rógvi Baldvinsson - Jónas Tór Næs, René Shaki Joensen, Fróði Benjaminsen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Gilli Rólantsson – Jóan Símun Edmundsson