Føroyska landsliðið spælir í kvøld sætta og seinasta Nations League dystin á hesum sinni. Fyri aðru ferð í søguni er Turkaland á vitjan. Fyrstu ferð var í 1991 og tá endaði tað við javnleiki 1-1. Føroyska málið skoraði ein ungur Todi Jónsson.
Í kvøld er tað mesta givið. Turkaland verður nummar eitt og Føroyar nummar trý. Á tíðindafundinum hjá turkum segði landsliðsvenjarin, Stefan Kuntz, at teir ætla at vinna dystin, hóast hann manglar heilar 11 spælarar frá seinastu landsliðssamling.
Alt bendir á, at føroyska liðið fer at skifta spælaskipan. Frá 4-4-2 í Litava til 4-5-1 í kvøld. Hetta er afturgangandi fyri føroyska liðið, tá teir møta sterkari mótstøðu. Vit hava sæð tað millum annað móti Danmark, Skotlandi og Eysturríki á Tórsvølli í fjør.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari, segði á føroyska tíðindafundinum, at Turkland hevur áleið somu styrki og eginleikar, sum hesi liðini. Hatta vísti eisini á, at tað var eitt mistak at skifta til 3-5-2 mitt í dystinum í Turkalandi, sum vit taptu 4-0. Tí tykist tað eisini óhugsadi, at landsliðið byrjar við trimum í miðverjuni.
Heldur verður tað uppgávan hjá verjukenda miðvallaranum, sokalla 6 aranum, at detta niður í miðverjuna, tá Turkaland leypir á í síðunum. Í kvøld er mest sannlíkt at tað verður Jákup B. Andreasen.
Skifta málverja
Longu á úttøkutíðindafundinum varð sagt millum linjurnar, at Gunnar Nielsen og Teitur M. Gestsson fáa hvørsín dyst. Gunnar Nielsen spældi seg als ikki av í Litava, men tað er sannlíkt at Teitur M. Gestsson spælir í kvøld. Landsliðvenjarin hevur sagt, at honum dámar væl útspælið hjá Teiti við føtrunum, tá okkra menn verða kroytir heilt aftur í egið mál.
Í verjuni er sannlíkt at Heini Vatnsdal kemur inn. Spurningurin er bara um Gunnar Vatnhamar verður fluttur fram á miðvøllin, ella um Heini Vatnsdal kemur inn fyri Hørð Askham. Á miðjuni kemur Sølvi Vatnhamar inn. Helst er tað fyri Klæmint A. Olsen, sum næstan spældi fullan dyst í Litava.
Til teir stóru dystirnar við einum áleypara velur Håkan Ericson sum oftast Jóan Símun Edmundsson. Patrik Johannesen fekk kjansin seinast móti Turkalandi, men tók ikki ordiliga av. Klæmint hevur riggað væl sum innskiftari eitt nú í Parkini móti Danmark og í Ísrael.
Håkan Ericson skiftir vanliga ikki nóv út millum dystirnar. Tí er vantandi, at spælarar sum Jóannes Bjartalíð, Meinhard E. Olsen og René Shaki Joensen fáa afturval, men sannlíkt verða útskiftir í dystinum.
Eitt boð er at spælarar sum Klæmint A. Olsen, Patrik Johannesen, Hannes Agnarssonog Mads Boe Mikkelsen eru góð boð at koma inn, og kanska onkur eisini fær debut. Tað kundi verið Pætur Petersen, sum Håkan Ericson nevndi á úttøkufundinum passaði væl til júst hendan dystin.
Vit gita: (4-5-1)
Teitur M. Gestsson – Gilli Róantsson, Gunnar Vatnhamar, Hørður Askham, Viljormur Davidsen – Meinhard E. Olsen, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð – Jóan Símun Edmundsson