Vit gita: Gunnar verður fluttur

Landsliðið skal í kvøld spæla móti Skotlandi og líkt er til, at tað verður ein broyting ella tvær

Manslandsliðið skal í kvøld spæla móti Skotlandi í HM-undankappingini. Undan dystinum er greitt, at René Shaki Joensen verður ikki við vegna leikbann, meðan Sølvi Vatnhamar væntandi ikki verður klárur.

 

Tí skal nýggjur maður á liðið, men tað er ivasamt um Håkan Ericson skiftir mann fyri mann, ella um hann gera eina broyting á miðjuni, fyri at fáa Gunnar Vatnhamar á høgra miðvøllin, meðan eitt nú Heini Vatnsdal kundi komi inn á miðvøllin.

 

Gunnar Vatnhamar hevur spælt í høgru fyrr og er avbera arbeiðssamur. Tað er í vinstru síðu hjá Skotlandi, at teir eru sterkastir við Andy Robertson og Kieran Tierney, sum spæla við ávikavist Liverpool og Arsenal.

 

Hannes Agnarsson kom inn á høgra miðvøllin og tað er ikki óhugsandi, at hann eisini verður skiftur inn í kvøld, men tað tykist minni sannlíkt, at hann verður við frá byrjan. Sama er galdandi fyri Petur Knudsen og Jóannes Bjartalíð, ið eisini kundi røkt plássið í høgru.

 

Eisini eru onkur tekin um, at tað verður umhugsað at skifta málverja. Sjálvt um Teitur M. Gestsson spældi væl móti Eysturríki, so er spælir Skotland við nógvum innleggum. Tað sást eisini í dystinum millum Skotland og Ísrael, at skotar hava stórar og sterkar áleyparar, ið fara eftir málverjanum. Her hevur Gunnar Nielsen ein fyrimun við kropsligu styrkini.

 

Vit gita (Føroyar 4-1-4-1): Teitur M. Gestsson (Gunnar Nielsen) – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Heini Vatnsdal – Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Ári M. Jónsson – Jóan Símun Edmundsson

 

##ms##