Vit gita: Hesir byrja inni í morgin

Manslandsliðið: Vit vita at Mattias H. Lamhauge byrjar inni. Restina gita vit bara um

Eitt nýtt landsliðskappingarár byrjar, tá føroyska manslandsliðið annaðkvøldið rennur inn á Zimbru leikvøllinum í Chisinau í Moldova. Tað er sami leikvøllurin, sum føroyska landsliðið byrjaði HM-undankappingina fyri tveimum árum síðani.

 

Tá endaði tað við 1-1 javnleiki á einum vølli, sum best kann lýsast sum ein fryst eplavelta. Ein verjuvilla sendi stjørnuspælaran hjá Moldova, Ion Nicolaescu, avstað. Hann skoraði á tóma leikvøllinum, tí koronafarsóttin herjaði kring allan heimum. Sjey minuttir fyri tíð javnaði Meinhard E. Olsen fyri Føroyar.

 

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg í Føroyum í tveir dagar, og í gjár bleiv ferðast til Moldova. Liðið hevur í dagt havt sína seinastu venjing fyri dystin. Nógv bendir á, at Håkan Ericson ætlar at spæla við tveimum áleyparum.

 

Landsliðsvenjarin hevur kunngjørt, at 23 ára gamli málverjin, Mattias H. Lamhauge, byrjar inni. Í verjuni kundi verið líkt til, at René Shaki Joensen fær kjansin á høgra bakki. Tað plássið hevur hann spælt fyrr.

 

Í miðverjuni eru trý boð til tvey pláss. Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø og Heini Vatnsdal. Viljormur Davidsen er liðskipari á ferðini og byrjar sannlíkt inn á vinstra bakki.

 

Á miðjuni eru fleiri avboð. Jákup B. Andreasen er sjálvskrivaður. Spurningurin verður so um tað verður við Sølva Vatnhamar sum makkara, ella um Sølvi Vatnhamar spælir í høgru. Eitt boð er at Mads B. Mikkelsen fær kjansin hesaferð. Tað kundi verið í høgru, um Håkan Ericson ikki velur at spæla við Gilla Rólantsson, sum ikki hevur havt eitt felag fyrr enn fyri eini viku síðan.

 

Meinhard E. Olsen hevur meiðslað sær tummilin, men er sinnaður at spæla. Nú skal hann bara hava dómararnar at góðkenna skinnaran. Hann er besta boðið upp á ein vinstra miðvallara.

 

Í álopinum eru fýra boð. Klæmint A. Olsen, Patrik Johannesen, Pætur Petersen og Páll A. Klettskarð. Helst eru teir báðir fyrstnevndu frammanfyri í kø’ini.

 

Dysturin millum Føroyar og Moldova verður í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

Vit gita: (4-4-2)

 

Mattias H. Lamhauge – René S. Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads B. Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, Sølvi Vatnhamar, Meinhard E. Olsen - Klæmint A. Olsen, Patrik Johannesen