Viðareiði: Nú letur Hotel Norð á Viðareiði uppaftur, og næstu mánaðirnar verður nógv at gera á hotellinum.
? Vit gleða okkum til summarið, og tað er sera hugaligt at lata uppaftur, sigur Egga Heinesen, sum er ein av teimum, sum rekur hotellið.
Hann er eisini kokkur, og hansara uppgáva er fyrst og fremst at standa fyri matinum. Hann hevur staðið í læru á Hotel Hafnia, og hann tók fyri kortum prógv við rós.
? Mær dámar væl at gera mat, sjálvt um tað við hvørt kann verða eitt sindur keðiligt, tá sólin bakar niður uttanfyri, sigur hann.
Mølin letur upp
Hotel Norð liggur í friðarligum umhvørvi á Viðareiði, og um summarið vitja bæði føroyingar og útlendingar. Næsti granni hjá hotellinum er ein graslíkisvøllur.
Á norðoyastevnu fer Hotel Norð at gera nógv burturúr. Fríggjakvøldið í næstu viku verður stórur veitsludøgurði, og ætlanin er at selja atgongumerki til hendan døgurðan í forsølu á hotellinum og í Klaksvík.
Seinni verða eisini onkur serlig kvøld, har hotellið fer at gera okkurt serligt burturúr.
Nú hotellið letur uppaftur, verður eitt nýtt høli, sum teir rópa Mølin, smíðað, og tað letur upp á norðoyastevnu.