Nógvir írar vildu verða við, at tað hevði ein avgerðandi týdning fyri írska landsliðið, at teir mikukvøldið høvdu Roy Keane við aftur á liðnum, eftir at hann var leikbannaður móti ísraelum leygardagin í Dublin, har Írland tveitti ein 2-0 leiðslu fyri borð.
Vit eiga at vinna á Føroyum
Manchester United-liðskiparin segði, at tað var umráðandi hjá Ìrlandi at reisa seg eftir javnleikin móti Ísrael, og tað eydnaðist eisini.
- Vit vistu, at tað fór at verða trupult, og veðrið og vøllurin gjørdu ikki fyritreytirnar hjá okkum betur. Men við teimum spælarunum, ið vit hava í hópinum, so eiga vit at vinna á Føroyum, uttan tó at taka nakað frá føroyingunum, sum spældu væl betur í kvøld, enn teir gjørdu í Írlandi, segði Roy Keane eftir dystin.
Írski miðvallarin helt eisini, at Írland mikukvøldið hevði tað neyðuga hepnið, ið onkuntíð skal til fyri at vinna ein dyst, og tað hevur Írland mangan manglað. Eg haldi tó, at vit høvdu uppiborið sigurin, og tey trý stigini var tað, ið vit komu eftir, segði hann.
Ógvuliga uppsettir
Roy Keane segði, at spælararnir hildu, at írsku fjølmiðlarnir høvdu verið ógvuliga harðir við liðið eftir javnleikin móti Ísrael, og tí vóru teir ógvuliga uppsettir til dystin móti føroyingunum.
Spurdur hvat Írland kundi brúka frá dystinum móti Føroyum til næsta HM-undandystin, sum verður móti Fraklandi í Dublin, segði Roy Keane.
- Teir báðir dystirnir kunnu als ikki samanberast. Okkara spælarar eru ógvuliga troyttir nú, tí vit hava verið í gongd nú í 10-11 mánaðar. Tá ið vit spæla móti fraklendingum eru vit akkurát farnir í gongd aftur, so tá eru spælararnir vónandi eitt sindur meiri neyvir og frískir, segði Roy Keane, sum vísti aftur, at Frakland eru favorittar at vinna dystin móti írum.