Vit handa dønum føroyskt arbeiði

Tey mest sjónligu arbeiðsátøk í hesum døgum, eru átøk fyri donsk byggivirki.

Tað verður arbeitt fyri fiskivinnuna við slíkum ágrýtni, at vit mest sum oyðileggja okkara umdømi úti í heim – sum um okkara umdømi hevði tørv á hjálp á hasum økinum við teimum áhaldandi grinda-gølunum. Tað sindri av umdømi vit hava í altjóða heiminum er mest sum í skeljasorði, tí vit fyrilitarleyst gera, sum okkum lystir. Men tá vit skulu bjóða út almenna bygging, so mugu vit vísa fyrilit fyri bæði hesum og hasum; eisini um tað inniber at diskvalifisera okkara egnu virkir.
Hví eru vit líka glað við útheimin, tá tað snýr seg um virksemi á havinum, og líka glað við okkara egnu virkir, tá tað snýr seg um virksemi á landi. Tað er lætt at kalla fiskivinnuna okkara berandi vinnu, tá politikarar arbeiða sum úlvur á skóg fyri hesa vinnu, samstundis sum hon fær stuðul; meðan byggivinnan verður burturluta teimum við bestu royndum og tøkni í grannalondunum – í nýggjastu dømum, til danir.

Skúlamiðdepilin
Miðnámsdepilin við Marknagili varð handaður dønum, tí krøv vóru til kapasitet, ið ikki er til staðar í Føroyum; tó sluppu Fuglark, Martin E. Leo Sp/f, KJ Elráð og Sámal Johannesen “allernådiskt” upp í part, fyri at henda metstóra byggiætlan skuldi sleppa undan ov nógvum atfinningum. Eg veit, at áðurnevndu føroysku virkini duga síni ting, men tað líkist ov nógv einum alibii fyri, at eitt danskt virki hevur høvuðsábyrgdina og høvuðsávirkanina á útsjónd v.m.

Flogvallarbygningar
Her vóru krøv sett um royndir í at gera flogvallarbygningar, sum einki føroyskt virki hevur royndir í, sjálsagt. Her átti at verið nóg mikið við royndum og førleika innan bygging av stórum bygningum. So kundi eitt krav verið, at viðkomandi virki skal samstarva við virki við neyðugum royndum; ella seta fólk í starv, ella leiða tey, ið hava hesar royndir, og sostatt fylgja ásettum krøvum til bygging av flogvallarbygningum.

O.s.fr.
Á Landssjúkrahúsinum sóu vit fyri tað mesta íslendingar ganga og arbeiða har. Og MT Højgaard mundi farið avstað við arbeiðinum at gera røktarheim Yviri við Strond (vit hava sæð handverksligu dygdirnar hjá MT-Højgaard í Hovi). Tað tykist bara at vera soleiðis, at um byggingin er nóg stór, so fer arbeiðsligi ágóðin av landinum (og skattapengar eisini?). Hetta ger eisini, at tað er trupult at fáa lærupláss hjá handverkarum. Eitt byggipláss sum t.d. Miðnámsdepilin við Marknagili kundi skapt eini 50 lærupláss til elektrikarar, timburmenn, snikkarar, rør- og blikksmiðir v.m., sum høvdu klára at verið útlærdir upp á tað tíðina tað tekur at byggja henda megnar skúladepil. Og ikki minst okkara servitan á økinum stendur við sviðisoð, tá okkara glæsiligastu byggiverkætlanir vera handagar útlendingum. Arkitektar, verkfrøðingar, byggifrøðingar v.m. hava lítið og einki at koma heim til, annað enn set- og raðhúsabygging og umvæling.
Hetta mugu okkara politikarar hugsa um, tá tað almenna byggir. Vit mugu ikki handa alt vitanararbeiði av landinum. Ella mugu tey, ið starvast í byggivinnuni eisini fáa 15 % í skattalætta og hava rættindi til minstuløn, og so eru vit minst effektiva tjóðin í heiminum – á landi eins og á sjógvi.