Vit tosa í Føroyum um, at vit skulu ansa eftir, at vit ikki fáa A skúlar og B-skúlar. Men veruleikin er, at vit longu hava A- og B-skúlar.
Tað staðdestir Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni í Mentamálaráðnum, við Skúlablaðið.
Hann sigur, at hetta verður staðfest í úrslitinum av teimum royndum og kanningum, sum eru gjørdar.
– Men vit tora ikki at viðurkenna tað og vit tora ikki at gera nakað við tað og enn minni at siga tað hart, sigur hann.
Hann sigur í Skúlablaðnum, at Úrslitini av royndunum vísa, at tað eru stórir skúlar, sum klára seg væl, og stórir skúlar, sum klára seg illa. Somuleiðis vísa royndirnar, at summir smáir skúlar klára seg væl, og aðrir smáir skúlar klára seg illa.
– Fakliga stigið hevur einki við skúlastødd at gera, sigur hann.
Hann sigur, at áðrenn landsroyndirnar komu fyri 10 árum síðan, var ávarað ímóti at almannakunngera úrslitini fyri hvønn einstaka skúl, tí tað kann fáa sera óhepnar avleiðingar við tað, at skúlar verða hongdir út, og kapping kemur í.
Sjálvsagt skal eingin heingjast út, tí tað spyrst einki gott burturúr.
Men hann heldur kortini, at vit skulu vera op um, hvussu skúlar klára seg, og tað ber til uttan at heingja nakran út ella gera hetta alment.
– Mentamálaráðið kann venda sær til avvarðandi skúlar, og røttu viðkomandi, og siga teimum, hvussu fakliga stigið á teirra skúla er, heldur hann.
– Tora vit at verða opnari um til dømis landsroyndarúrslitini, kunnu vit eisini læra av teimum, sum ferð eftir ferð klára seg væl, hvussu tey leggja undirvísingina til rættis, hvussu tey eftirmeta, hvussu tey arbeiða við veikleikum og so framvegis.
Próvstovan skipar fyri øllum royndunum, próvtøkunum og kanningunum í skúlaverkinum. Tær eru meiri enn 100 í tali á hvørjum um árið. Øll úrslitini verða savnað á Próvstovuni, og har verða tey verandi, uttan at verða brúkt stórvegis og eftirmett.
Og ný heldur stjórin á Próvstovuni so, at hetta eigur at verða broytt soleiðis, at Mentamálaráðið, miðvíst og skipað, fer at brúka úrslitini at menna fólkaskúlan.