­ Vit hava ábyrgd av okkara starvsfeløgum

Erik Linde frá Sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn hevur júst verið í Føroyum og hildið fyrilestur um rúsevnapolitikk á arbeiðsplássum. Hann sigur millum annað, at vit øll hava ábyrgd at hjálpa einum starvsfelaga við rúsevnistrupulleikum.

Seinastu trý árini hevur Rúsdrekka- og Narkotikaráðið arbeitt við at fáa virkir og fyritøkur í Føroyum at taka við einum rúsevnapolitikki. Í hesum sambandi varð Erik Linde frá Sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn boðin í Norðurlandahúsið at halda fyrilestur um rúsevnapolitikk í Danmark og norðurlondum annars seinasta mánakvøld.

Áhugin fyri fyrilestrinum var stórur. Poul Jákup Thomsen frá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum sigur, at hann ikki hevði væntað meira enn eini 20 - 30 fólk til fundin. Men veruleikin var, at neyðugt gjørdist at seta eyka stólar upp, tí tað møttu yvir hundrað fólk til fundin.

Fyrlesturin hjá Erik Linde hevði trý høvuðsevni. Tað fyrsta, hann viðgjørdi var, um rúevnistrupulleikar veruliga eru á arbeiðsplássum, síðani kom hann inn á spurningin, um ein kann gera nakað við rúsevnistrupulleikar á arbeiðsplásinum, og at enda varð nortið við, hvat ein kann gera, fyri at basa rúsevnistrupulleikar á arbeiðsplássinum.


Øll hava ábyrgd

Vit hittu Erik Linda týsdagin og spurdu hann, hvat hann metir sum ein rúsevnistrupulleika á einum arbeiðsplássi.

­ Ein rúsdrekkatrupulleiki á einum arbeiðsplássi er til staðar, tá rúsdrekkanýtslan gongur út yvir arbeiðið. Tað vil siga, at rúsdrekkanýtslan gongur út yvir framleiðsluna og arbeiðsumhvørvið. Tískil er talan um ein rúsdrekkatrupulleika, tá rúsdrekkanýtslan tyngir gerandisdagin á arbeiðsplássinum.

­ Hvussu leggur ein starvsfelagi hendan trupulleikan til merkis og hvat kann hann gera?

­ Ein stravsfelagi kann leggja trupulleikan til merkis á tann hátt, at hann kann merkja, at arbeiðssemi hjá starvsfelaganum við rúsdrekkatrupulleikum ikki er longur er tað sama. Eisini leggur ein til merkis, at stravsfelagin áhaldandi kemur ov seint til arbeiðis um morgnarnar.

­ Sjálvt um ein hevur lagt til merkis, at ein starvsfelagi hevur rúsdrekkatrupulleikar, aftrar ein seg vanliga at gera nakað við málið. Orsøkin til hetta er, at stravsfelagar vanliga hava tætt samband á arbeiðsplássinum, men blanda seg tó ikki í privatlívið hjá hvørjum øðrum. Hetta vil siga, at vit kenna starvsfelagan so mikið væl, at vit beinanvegin leggja merki til trupulleikan, men gera tó einki við hann, tí vit kenna, at vit einki hava at gera við privatlívið hjá starvsfelaganum. Tískil kann væl henda, at ein starvsfelagi kann hava rúsevnistrupulleikar í langa tíð, uttan at vit gera nakað við tað.

­ Orsaka av, at vit aftra okkum við at gera nakað við rúsevnistrupulleikan hjá stravsfelaga okkara, kann tað væl henda, at ein starvsfelagi kemur at ganga við trupulleikanum í fleiri ár. Hetta tyngir bæði tilveruna hjá tí, ið hevur trupulleikan og øllum hinum á arbeiðsplássinum. Harafturat er gerst tað torførari og torførari at gera nakað við ein alkoholtrupulleika, so hvørt sum tíðin líður. Tí gjøgnum tíðina gerst rúsdrekka ein vanligari og vanligari partur av gerandisdegnum hjá starvsfelaganum við rúsdrekkatrupulleikum, og tískil gerst tað torførari og torførari hjá honum at venja seg við ein gerandisdag uttan rúsdrekka. Tískil eigur ein beinanvegin, ein fær illgruna um rúsevnistruplleikar, at hjálpa starvsfelaganum burturúr hesum trupulleika.

­ Kann ikki júst tað, at ein ger vart við trupulleikan, fremja ósemju á arbeiðsplássinum?

­ Jú, vandi er fyri, at hetta í fyrsta umfari skapar ósemju. Men eg eri vísur í, at øll á tí ávísa arbeiðsplássinum eru samd um, at rúsdrekka og arbeiði ikki hoyra saman. Harafturat eri eg somuleiðis vísur í, at øll á arbeiðsplássinum ynskja, at starvsfelagar við rúsdrekkatrupulleikum verða hjálptir. Tískir eri er heilt vísur í, at ein leiðari ella ein starvsfelagi, ið ger nakað fyri at hjálpa einum øðrum starvsfelaga burturúr rúsdrekkatrupulleikum, heilt víst verður stuðlaður av starvsfólkinum. Eg vænti, at um ein leiðari ikki gjørdi nakað við ein rúsdrekkatrupulleika hjá einum av starvsfólkunum, so hevði hetta skapt ónøgd við hann millum starvsfólkið.

­ Alt hetta merkir tó ikki, at eingir trupulleikar eru við at steðga rúsdrekkamisnýtslu á arbeiðsplássinum. Sjálvandi kann tað henda, at tann við rúsdrekkatrupulleikanum ger mótstøðu, tá tú ynskir at hjálpa honum. Somuleiðis kanst tú sjálvur eisini falla í fátt, tí tað tykist sum einki kann gerast við trupulleikan. Men sjávt um tað tykist, sum einki er at gera við trupulleikan, so ber tað hóast alt til at hjálpa, og mótstøðan, ið tú fært frá tí við trupulleikanum er ikki størri enn so, at tú klárar at taka ímóti henni. Undir øllum umstøðum er tað verri at lata vera við at gera nakað við trupulleikan, enn at lata sum einki. Um einki verður gjørt við rúsdrekkatrupulleikan hjá starvsfelaganum, so gerst trupulleikin spakuliga størri og størri, til einki annað er at gera, enn at siga manninum við rúsdrekkatrupulleikum upp.

­ Nú segði tú, at einki annað var at gera, enn at siga manninum við rúsdrekkatrupulleikum upp. Merkir hetta, at rúsdrekkatrupulleikar eru vanliga millum menn enn kvinnur?

­ Ja, rúsdrekkatrupulleikar eru vanligari hjá monnum enn hjá kvinnum. Menn drekka nógv meira enn kvinnur. Menn drekka í veruleikanum tvær ferðir so nógv sum kvinnur, og tískil er vandin fyri, at rúsdrekkanýtslan gerst til rúsdrekkatrupulleikar størri hjá monnum enn hjá kvinnum.


Kvinnur duga betri

­ Tá hugt verður eftir, hvat kyn dugir best at hjálpa starvsfeløgum burturúr rúsdrekkatrupulleikum, so eru tað avgjørt kvinnurnar. Hetta kemur av, at kvinnur oftast handla kensluliga, meðan menn handla meira skilbundið. Í Danmark sæst eisini, at arbeiðspláss, har meirilutin av starvsfólkunum eru kvinnur, hava ein nógv meira víttfevnandi og skilagóðan rúsdrekkapolitikk, enn arbeiðspláss, har meirilutin av starvsfólunum eru menn. Men tó gongur framá við at fáa menninar við.

­ Hvussu hjápir ein skilagóður leiðari einum starvsfólki burturúr rúsdrekkatrupulleikum?

­ Ein skilgóður leiðari hjápir fyrst og fremst við at leggja trupulleikan til merkis. Síðani eigur hann at finna út av, hvat tað er sum er galið. Hann kann byrja at skriva niður trupulleikarnir hjá tí ávísa starvsfólkinum. Til dømis skrivar hann niður, at tað ávísa starvsfókið møtir ov illa upp, kemur ov seint, er í ringum hýri og so framvegis. Hetta er ein liður í einari fyrireiking til eina samrøðu við tað ávísa starvsfólkið. Undir hesari samrøðuni kann leiðarin við at vísa á tað, hann hevur skivað niður, gera starvsfólkinum greitt, at nakað er galið. Síðani eigur leiðarin at lata tað ávísa starvsfólkið siga sær, hvat tað sjálvt heldur vera galið. Tað er nevniliga ikki vist, at rúsdrekka er tann veruligi trupulleikin. Hjúnarskilnaður, álvarslig sjúka í familjuni ella okkurt annað kann eins væl vera orsøkin til, at ein ikki virkar sum ein skal á arbeiðsplássinum. Udir samrøðuni eigur leiðarin at vísa á, hvussu nógv betri tað ávísa starvsfólkið virkaði fyrr og krevja, at tað tekur seg saman, so tað er ført at klára tað sama aftur.

­ At duga at leggja til merkis trupulleikar hjá tí einstaka starvsfólkinum er undir øllum umstøðum ein góður eginleiki hjá einum leiðara.


Útbúgvin fólk drekka mest

Erik Linde sigur, at rúsdrekkatrupulleikar eru vanligari millum útbúgvin fólk. Hann sigur, at samanhangur er millum útbúgving, fíggjarstøðu og rúsdrekkatrupulleikar. Tey, ið hava longstu útbúgvingarnar og harvið vinna mest av peningi, eru tey, ið hava teir størstu rúsdrekkatrupulleikarnir.

­ Vit finna á nógvum arbeiðsplássum fólk, ið hava trupulleikar við rúsdrekka, men fólk, ið hava arbeiðir, ið krevja nógv av teimum eitt stutt tíðarskeið, men so eftir hetta hava eitt deytt tíðarskeið, eru mest útsett fyri rúsdrekkatrupulleikum. Hetta er millum annað galdandi fyri sløkkiliðsfólk, løgreglufólk, fjølmiðlafólk og lærarar. Kanska hava tær mongu ógvusligu upplivingarnar hjá sløkkiliðs- og løgreglufólkum eisini sína ávirkan á nýtsluna av rúsdrekka, sigur Erik Linde.

­ Ein kann hóast alt ikki beinleiðis vísa á nøkur ávís virkir, ið hava rúsdrekkatrupulleikar, men ein veit, at summastaðni verður drukkið verri enn aðrastaðni. Til dømis minnist frá 70'unum eg eina prentsmiðju í útjaðaranum av Keypmannahavn, ið hvønn dag keypti eina ógvusliga mongd av øli. Mongdin var so stór, at fólk mettu prentsmiðjuna, sum størstu barrina í býnum.


Stórar broytingar

Erik Linde sigur, at stórar broytingar eru farnar fram í rúsevnispolitikkinum á arbeiðsplássum gjøgnum tíðina. Hann vísir á, at í 1700 talinum drukku danskir bøndur einar 6 - 8 litrar av øli um dagin. Býarfólkið drakk einar 3 - 4 litrar av víni og nógv brennivín afturat. Í 1700 talinum vóru umleið 245 brennivínsbryggjaríðir og umleið 2.000 ølbryggjaríðir. Tá var eisini ein regluger, ið segði, at kirkjuligar og rættarligar handlingar skuldu fara fram klokkan 7 á morgni, fyri at ein kundi vera vísur í, at øll vóru nøkulunda edrú.

Erik Linde vísir somuleiðis á, at rúsdrekkapolitikkurin á arbeiðsplássunum er broyttur nógv tey seinastu 10 árini. Til dømis høvdu í 1997 54 prosent av øllum donskum arbeiðsplássum skrivligar reglar um rúsdrekkapolitikk. Í 1987 hevði einki danskt arbeiðspláss skrivligar reglar um rúsdrekkapolitikk.

At enda vísir Erik Linde á, at um onkur í Føroyum hevur trupulleikar av rúsevnismisnýtslu á arbeiðsplássinum, um tað so er ein sjálvur ella ein starvsfelagi, so veitir Rúsdrekka- og Narkotikaráðið ókeypis hjálp. Meira fæst at vita um rúsevnispolitikk hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum á telefon 315155.