Portrið í Saksun – ímyndin av margháttligu støðuni viðvíkjandi gongd í haga

Vit hava eina loysn upp á gongd í haga

Tað sigur Símun Gullaksen, stjóri í Jarðir

Portrið í Saksun – ímyndin av margháttligu støðuni viðvíkjandi gongd í haga

– Eg má siga, at tað er sjokkerandi, hvussu manipulerandi summi tingfólk kunnu verða, og hvussu nógva orku man leggur í at forvreingja veruleikan.

 

Tað sigur Símun Gullaksen, stjóri í Jarðir, eftir at hann fylgdi við 2. viðgerð av fíggjarlógini í Løgtinginum í gjár. Sum vera man hevði málið um játtan til Bóndafelagið og Óðalsfelagið serliga áhuga hansara.

 

– Øll ferðavinnan og landbúnaður sóknast eftir at finna eina hóskandi loysn viðvíkjandi gongd í haga.

 

– Tá ið vit hava heitt á mynduleikarnar um at fáa eina fíggjarliga hjálp, so er hetta við tí endamáli at vit reint fyrisitingarliga, til skrivstovu, kunnu verða ein meiri aktivur partur av at loysa málið, sigur Símun Gullaksen.

 

##med2##

 

Og um appina, sum er umrødd, sum í uppskoti er, at fólk skulu brúka, tá tey fara í hagan, sigur hann, talan er ikki um eina sporingsskiapn.

 

– Hetta IKKI nøkur sporingsapp, men ein fráboðanarskipan. Somuleiðis hava vit víst á, at við einari slíkari elektroniskari skipan verður møguligt at sleppa frá gjaldsportum og líknandi.

 

– Vit eru so teir einastu enn, sum eru komnir við einum ítøkiligum uppskotið til eina loysn, sigur Símun Gullaksen, stjóri í Jarðir.

 

Portrið í Saksun – ímyndin av margháttligu støðuni viðvíkjandi gongd í haga

Símun Gullaksen, stjóri í Jarðir