HB hevur styrkt sær um liðið við fleiri profilum, nú farið verður undir kappingarárið 2007. Men framvegis telur liðið eisini fleiri ungar leikarar, sum eru uppvaksnir í felagnum og eru “rættir” HB-arar.
Ein teirra er Rókur av Fløtum Jespersen. Tað eru longu fleiri ár síðani, hann fyrstu ferð gjørdi vart við seg í bestu føroysku deildini og vísti, at hann var ein evnaríkur leikari. Men í fjør megnaði hann so av álvara at bíta seg fastan á liðið.
– Í fjør var fyrsta árið, har eg fyri fyrstu ferð var ordiliga fastur á liðnum. Tað gekk væl hjá mær, eg var í einum góðum stima, og hetta má eg nú royna at halda fast í, sigur Rókur, sum er vælnøgdur við samansetingina av ungum og meiri royndum leikarum á ársins HB-liði.
Sterkari enn í fjør
– Vit hava eina góða blanding av leikarum. Tað er kapping um øll plássini og eingin kann kenna seg tryggan, sigur Rókur, ið fegnast um, at venjarin eisini vísir teimum ungu álit og gevur teimum møguleikan í eini skipan, har hann skiftur nógv runt við leikarunum.
– Krzysztof (Krzysztof Popczynski, venjarin; blðm.)trýr upp á okkum ungu, sum eru uppvaksnir í felagnum og eg eri púra róligur, at pláss eisini verður fyri okkum, svarar Rókur upp á spurningin, um hann ikki ber ótta fyri, at hann og nakrir av hinum ungu ikki fella burtur ímillum, nú fleiri profilar eru komnir aftrat.
– Eg haldi vit hava eitt øgiliga gott lið. Vit hava hildið uppá nakað tað sama fólkið, mist onkrar, men annars styrkt liðið við profilum. Alt í alt er hópurin sterkari enn í fjør, og eg haldi eisini vit hava tann breiðasta hópin, metir Rókur av Fløtum Jespersen.
Ikki sum Andrew
Tá Rókur rennir inn á vøllin saman við liðfeløgum sínum, er tað 10-talið, sum prýðir rygg hansara. Maðurin, sum undan honum bar 10-talið, var Andrew av Fløtum. Hann er fleirfaldaður toppskjútti fyri HB, og í fjør gjørdi Rókur honum kynstri eftir.
– Nú havi eg verið nummar 10 í nøkur ár og hugsi ikki so nógv um tað. Tað var meiri at byrja við, tá eg sat nógv á beinkinum og sá, at eg ikki var heilt hin sami 10-arin sum Andrew, at eg hugsaði um tað, sigur Rókur um, hvussu tað er at spæla í troyggjuni, har tað hvílur so stór ábyrgd á.
Málini ikki tað týdningarmesta
Tá kappingarárið byrjaði í fjør, var hann einasti veruligi áleyparin saman Páll Mohr Joensen og Johan Ejvind Restorff Mouritsen. Tá kappingin var hálvrunnin kom Rógvi Jacobsen aftrat, og í ár er kappingin harðnað enn meiri, nú liðið er styrkt við Christian Høgna Jacobsen.
Rókur hugsar tó ikki nógv um, at hann hevur toppskjúttan frá landskappingini í fjør sum sín kappingarneyta.
– Eg hugsi ikki um, hvør skorar málini hjá okkum. Christian Høgni er ótrúliga góður, tað hevur riggað væl hjá honum higartil, men eg trúgvi neyvan at hann heldur hugsar, at hann MÁ gerast toppskjútti okkara, sigur Rókur.
Óvæntað meistaraheitið
Hann skal nú út at endurvinna meistaraheitið. Eitt meistaraheitið, sum teir vunnu nakað óvæntað, viðgongur Rókur.
– Vit skuldu spæla fleiri spælarar inn í fjør. Tað gjørdu vit, og árið gekk nógv betri enn vit høvdu væntað, sigur hann og smílist.
HB var ikki mest upplagda boðið til ein FM-vinnara, tá kappingin byrjaði í fjør. Tað ber tó ikki til at siga tað sama um liðið í ár, sum nú má metast at vera eitt tað sterkasta. Spurningurin er so, um málsetningurin fær verið annað, enn at varðveita meistaraheitið?
– Tað vildi verið býtt av mær at sagt, at vit ikki fara eftir tí, sigur Rókur av Fløtum Jespersen.