- Eg veit, at tað kann vera eitt sindur váði at siga, at vit hava fótað sær aftur.
Tað staðfestir Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt og endaliga avgreidd.
Men hann heldur kortini, at tað er als ikki av leið at hugsa tankan.
- Vit hava fingið tamarhald á búskapinum og nógv tekin eru um, at tað gongur rætta vegin, sigur hann.
Hann sipar til, at arbeiðsloysið er nógv minkað og húsarhaldini minka um skuldina, samstundis sum at inntøkan hjá landskassanum er støðug og útreiðsluvøksturin er steðgaður.
- Hesi síðstu árini hava allir stovnarnir sum heild eisini megnað at halda seg til játtanina, teir hava fingið.
Hørð krøv
Samgongan setti sær fyri, at í 2016 skuldi hallið á fíggjarlógini vera vent til eitt avlop og hóast tað nú gongur frægari í búskapinum, verður tann málsetningurin ikki broyttur.
- Vit halda framvegis, at vit hava sett okkum rættiliga hørð krøv fram til 2016, so tað er ikki ráðiligt ikki táttað meiri í, hóast tað gongur betri, sigur Bárður Nielsen.
- Hinvegin ætla vit at halda fast í útreiðslukarminum, vit hava sett okkum fyri at halda. Tískil verður ikki vikið frá hesum málsetninginum, uttan so, at vit finna olju, ella okkurt annað heilt kollveltandi hendir, sum fer at økja inntøkurnar hjá landskassanum munandi.
Hann heldur, at skal tað eydnast samgonguni at framtíðartryggjað vælsamfelagið, er tað eitt sera týdningarmikið stavnhald at hava og halda fast um.
- Vit halda, at almennu útreiðslurnar eru ivaleysa stórar og tí royna vit at tálma teimum sum mest og at raðfesta innanfyri teir karmarnar, vit hava.
Hinvegin kann eisini tað ringasta henda, at fiskiskapurin miseydnast fullkomiliga og at tað verður eitt skrædl og so má tann ætlanin endurskoðast, tí so er ikki vist, at vit klára tað.
Ætlanin heldur
Men sum gongdin er nú, heldur ætlanin hjá samgonguni rættiliga væl.
- Í langtíðarætlanini, vit løgdu, høvdu vit væntað eitt hall næsta ár á slakar 250 milliónir, men eftir fíggjarlógini, vit hava samtykt, verður tað slakar 243 milliónir, so vit eru eitt lítið vet frammanfyri ætlanina, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini.
Men hetta hallið er 135,5 milliónir minni, enn landsstýrið ætlaði tá ið fíggjarlógin varð løgd fram, so varð uppskotið hjá landsstýrinum fylgt, hevði samgongan verið væl aftanfyri upprunaligu ætlanina.
Men síðani samdust samgongan um at taka 120 milliónir inn í eykagjøldum frá makrelskipunum, samstundis sum um onkrar útreiðslur eru lækkaðar eitt vet og sostatt endaði hallið niðri á 242,5 milliónum.
- Vit eru sloppin rættiliga snikkaleys burtur úr heimskreppuni. Tað er fyrst og fremst takka verið tí, at alivinnan gongur so avbera væl og at vit fáa so nógv burtur úr makrelinum.
Men tað er framvegis hall á fíggjarlógini og Bárður Nielsen dugir ikki at síggja, hvaðani tann stóra inntøkuhækkingin skal koma frá hesi næstu árini.
- Tí er tað neyðugt arbeiða miðvíst fram ímóti at fáa hallið burtur, sigur hann.
Ivasamt við lønunum
Í royndunum at steðga útreiðsluvøkstrinum, var onki sett av til lønarhækkingar í 2013, so tær skulu í øllum førum sparast inn aftur.
Hvussu verður við at hækka játtanina tey næstu árini, fyri at leggja upp fyri lønarhækkingum, ivast Bárður Nielsen í.
Men hann heldur, at seinastu tíðina hava lønarhækkingarnar verið so lágar, at heldur tann gongdin fram, eigur tað at bera til at reka samfelagið uttan at hækka játtanirnar eftir teimum lønarhækkingum, sum vera.
Harafturat vísir hann á, at mannagongdir verða alla tíðina broyttar og amboð úr útgerð batnar alla tíðina, og eisini tað førir við sær, at raksturin verður bíligari, uttan at talan er um beinleiðis sparingar.
Bárður Nielsen heldur, at bara slíkar vanligar rakstrarábøtur, sum bøttar mannagongdir og betri útgerð elva til, svara til eina sparing á minst 1% um árið, helst 2%.
- Sum lønarhækkingarnar eru í løtuni, eru tær ikki hægri enn so, enn at teir ymsu stovnarnir eiga at klára tað innanfyri tær vanligu rationaliseringarnar, sum eru av bøttum mannagongdum og betri útgerð, leggur formaðurin í Fíggjarnevndini afturat.
Hinvegin ásannar hann eisini, at tað verður neyðugt við umfatandi bygnaðarbroytingum í heilsuverkinum og skúlaverkinum og hann heldur, at tað gongur í so strilti við tí.
Men nú hava vit játtað Heilsuverkinum 1,5 millión krónur, sum eru markaðar til arbeiðið at gera bygnaðarbroytingar í Heilsuverkinum og hann veit, at arbeitt verður miðvíst við tí, so tað hevur hann góðar vónir um.
Annars eru bygnaðarbroytingar gjørdar við tað, at fleiri stovnar eru lagdir saman fyri at spara rakstur.
Royndu til tað síðsta
Andstøðan í Løgtinginum royndi til tað síðsta at fáa sett síni fingramerki á fíggjarlógina fyri 2013, sum varð endaliga samtykt og avgreidd í Løgtinginum mikukvøldið.
Í hesum sambandi hevði andstøðan sett 156 broytingaruppskot fram.
Men tað var alt til fánýtis.
Andstøðan hevði eitt broytingaruppskot, sum í mesta mun hevði til endamáls at flyta smærri upphæddir ímillum ymisk málsøki.
Men hetta gjørdi alt sítt til, at tað tók drúgva tíð at avgreiða fíggjarlógina, tí tinglimir skuldu atkvøða heilar 158 ferðir.
Tá ið komið var í helvt, høvdu tinglimir hug at fýlast á mannagongdina, men løgtingsformaðurin gjørdi greitt, at tvinnir vóru kostirnir: Verða uppskotini ikki tiki aftur so at tey fella burtur, má Løgtingið atkvøða um hvørt uppskot sær.
Og tingformaðurin gjørdi eisini greitt, at øll tingfólk, sum eru stødd í salinum, skulu atkvøða.
Men tá ið so atkvøtt hevði verið um øll broytingaruppskotini, skuldi Løgtingið so atkvøða enn einaferð um alla lógina sum hon var.
Tað endaði við, at øll tey 156 broytingaruppskotini hjá andstøðuni vórðu feld, men broytingaruppskotið hjá samgonguni varð samtykt.
Upp undir atkvøðugreiðsluna høvdu tinglimir skift orð í fleiri tímar um fíggjarlógina, men tað orðaskiftið flutti onki og samgongan samtykti fíggjarlógina, soleiðis, sum hon hevði ætlað.
Nú fíggjarlógin er avgreidd, fer Løgtingið í jólafrí og fer ikki til arbeiðis aftur fyrrenn út ímóti hálvum januar uttan so, at okkurt óvanligt stingur seg upp.
Fyrsti nevndarfundur, sum stendur á skrá í løtuni, verður ein fundur í Mentanarnevndini hósdagin 10. januar.
Enn er ikki avgjørt, nær fyrsti Løgtingsfundur verður eftir nýggjár.
Áðrenn tey fóru, ynskti løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, tingfólkum og landsstýrisfólkum eini gleðilig jól og eitt av harranum signað nýggjár.