Undir hátíðarhaldinum í barnagarðinum á Svangaskarði á Toftum í gjár, segði Tóra Johannesen, leiðari, at tað var í februar 2002, at barnagarðurin byrjaði sum ein útibarnagarður við plássi fyri 24 børnum. Hetta var í gamla B68-húsinum, sum framvegis er partur av barnagarðinum á Svangaskarði.
- Stóri tørvurin á plássum gjørdi, at í oktober 2003 læt ein stova upp aftrat, og tá flutti frítíðarskúlin, sum hevði verið í niðaru hæddini í gamla B68-húsinum, í onnur høli. Nú fóru vit frá at vera ein útibarnagarður til at vera ein vanligur barnagarður við 46 børnum.??
Leiðarin vísti á, at spælistovan hjá dagrøktini, sum saman við barnagarðinum var í ovaru hæddini í gamla B68-húsinum, flutti eitt sindur seinni eisini í onnur høli. Tá varð barnatalið í barnagarðinum økt uppí 56 børn í trimum stovum.??
Góðar umstøður
Við nýggja bygninginum, sum nú stendur liðugur, eru nú fimm stovur, og pláss er til 87 børn í barnagarðsaldri.??
Tóra Johannesen segði, at í januar 2009 avgjørdi tey, at hetta skuldi vera ein ítróttarbarnagarður, har hugskotið var at seta fokus á rørslu og góða heilsu, og at ítróttur, spæl og rørslur skuldu verða ein náttúrligur partur av degnum.??
- Vit høvdu kanska ikki so góðar umstøður innandura til ítróttarbarnagarð í gamla B68-húsinum, men uttandura hava vit helst bestu umstøður í landinum. Vit hava ítróttarøkið á Svangaskarði - og so tann heilt fantastiska hagan, sum er beint uttan fyri barnagarðin.??
Hon segði, at við nýggja húsinum eru umstøðurnar innandura vorðnar sera góðar - og soleiðis eisini umstøðurnar at røra seg innandura.??
Okkara barnagarður
- Tað hevur verið ógvuliga spennandi at verið við í byggingini av nýggja barnagarðinum. Vit starvsfólk eru sloppin at siga okkara hugsan um, hvussu barnagarðurin skal síggja út. Lurtað hevur alla tíðina verið eftir okkara ynskjum, bæði av bygdaráðnum og teimum, sum hava teknað.??
Tóra Johannesen, leiðari, segði, at bæði hon og starvsfólkini annars føla, at nýggi barnagarðurin á Svangaskarði veruliga er teirra barnagarður.??