- Vit hava fleiri streingir at spæla á

Eftir dystin fingu vit orðið á Inga Olsen hjá VÍF. Hann helt breiddina vera ein av stóru mununum á liðunum henda dagin.
- Vit vinna dystin, tí vit hava fleiri streingir at spæla á. Toppskjúttin hjá okkum fær bert fýra mál, men vit hava nógvar málskjúttar. Hjá KÍF eru bert fýra málskjúttar, og tá verður lættari at dekka upp hjá okkum.
- Annars haldi eg, at áskoðararnir fingu ein spennandi dyst henda dagin. Dysturin var góður, liðini spældu skjótt, og so var týðiligt, at báðir partar vildu vinna, sigur Ingi Olsen at enda.