Tað var eingin ivi hjá limunum í Pedagogfelagnum, tá teir í gjár valdu nýggjan formann. Maud Wang Hansen fekk 80 % av atkvøðunum Undan aðalfundinum hevur hon verið frammi í miðlunum og greitt frá nøkrum av teimum málunum, sum hon ætlar sær at fremja sum forkvinna í felagnum, har eini 2000 fólk eru limir.
Fyri Maud er púra greitt, at námsfrøðingar ikki longur skulu vera offur í politiskum klandri um, hvussu landsbúskapurin skal rekast.
- Vit vilja hava virðiligar arbeiðsumstøður, eina hóskandi løn og eftirløn, og eina arbeiðstíð sum tekur menniskjanslig atlit til, at vit skulu vera virkin í nógv ár á arbeiðsmarknaðinum, ger Maud greitt.
Fyri limirnar í felagnum er tað tí at hetta starvið, sum eftir hennara meting er týdningarmesta starvið í heiminum, verður virðismett og ikki minst væl lønt.
- Samfelagið hevur brúk fyri okkara tænastu, slær hon fast.
Hon sleppur at royna síni evni sum forkvinna beinanvegin, nú politiskar útmeldingar ynskja fimm ára lønarsteðg og fimm ára setanarsteðg.
Maud Wang Hansen byrjar í nýggja starvi sínum um mánaðarskiftið.