- Vit hava ikki biðið Bónus taka burtur sigarettirnar

Glasir er vorðin roykfríur, og Bónus við Marknagilsvegin hevur tikið burtur sigarettirnar í skúlatíð. Men leiðslan á Glasi hevur ikki biðið Bónus um at steðga sigarettsøluni í skúlatíðini, sigur rektarin.

Í sambandi við eitt átak hjá Glasi, ið skal virka fyri einum roykfríum skúla, hevur Bónus á Marknagilsvegnum tikið ta avgerð, at sigarettir verða ikki seldar í skúlatíð yvirhøvur.

Samskiftisdeildin á Glasi hevur boðað frá tíðindunum í tíðindaskrivi, men Bogi Bech Jensen, rektari, vil vera við, at skúlin hevur ikki blandað seg uppí, hvat hendir uttan fyri økið hjá skúlanum.

- Eftir áheitan frá Glasi hava vit gjørt av ikki at selja sigarettir og tubakk í Bónus við Marknagilsvegin, frá tí vit lata upp á morgni, til skúladagurin á Glasi endar, er Niels Mortensen siteraður fyri at siga í tíðindaskrivinum frá Glasi.

Bogi Bech Jensen, rektari, vil tó ikki kennast við, at skúlin hevur heitt á Glasir um ikki at selja sigarettir í skúlatíð, og hann ásannar, at ein skúli skal ikki blanda seg uppí, hvat myndig fólk gera uttan fyri skúlans øki.

- Vit hava ikki heitt á Bónus um at taka burtur sigarettirnar, men vit hava spurt tey, um tey vilja stuðla hesum átakinum, og tað hava tey so ynskt at gera. Hvussu tey gera tað, tað hava tey avgjørt.

- Vit sóu helst tað, at tey ikki seldu sigarettir yvirhøvur. Men so eru tey komin við tí, at tey ikki selja sigarettir í skúlatíð.

Bogi Bech Jensen leggur dent á, at matrikkulin hjá skúlanum er roykfríur, og so varð grannin, í hesum føri Bónus, spurdur, um hann hevði hug at stuðla átakinum.

- Tað handlar um, at tað ikki skal vera lætt hjá ungum at byrja at roykja. Bæði tú og eg vita, at tey, sum eru yngri enn 18 roykja, sigur Bogi Bech Jensen og vísir á, at á Glasi ganga næmingar, ið eru undir 18, umframt at Skúlin á Fløtum legst aftrat økinum næsta ár.