Tað hevur gingið hampiliga væl hjá útróðrarbátunum heima á Sandi.
Nú kunnu bátarnir aftur avreiða til virkið í Sandoynni, og tað eru teir fegnir um, sigur Terji T. Dalsgaard, sum er skrivari í útróðrarfelagnum á Sandi.
Sands Útróðrarfelag hevði aðalfund fyri einum góðum mánaða síðani og tá varð nýggj nevnd vald.
Klæmint Nicodemussen og Brandur Sandoy vildu ikki verða afturvaldir.
Ístaðin fyri teir vórðu Michael Olsen og Ragnar Fossdalsá, valdir.
Hinir nevndarlimirnir eru Karstin Johannesen, sum er afturvaldur formaður, Terji T. Dalsgaard, sum er afturvaldur skrivari, og Dánjal Hentse, sum er afturvaldur næstformaður.
Hinir báðir nevndarlimirnir eru Nicodemus Nicodemussen í Klingruni og Ragnar Fossdalsá.
Eykalimur er Sigurd E. Simonsen.
Útróðrarfelagið á Sandi er limur í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna.
Aftur til virkið
Terji T. Dalsgaard sigur, at tað sjálvandi var eitt bakkast, táið flakavirkið læt aftur.
men tað eydnaðist at fáa avtalu við Alfa Seafood í Fuglafjørði um at keypa fiskin.
Avtalan var, at bátarnir fingu fastan prís, ið samsvaraði við markanaðarprísin.
Hetta samstarv vóru báðir partar sera væl nøgdir við.
Men tað hevði tað við sær, at felagið mátti leiga ovaru hædd í virkinum at arbeiða fiskin í, áðrenn hann fór víðari.
Neyðugt varð eisini at hækka limagjaldið fyri at fáa fyri leiguna.
Nú virkið er farið á aðrar hendur, er limagjaldið aftur lækkað.
Terji Dalsgaard sigur, at teir eru nøgdur við prísin teir fáa frá virkinum í Sandi.
? Men alt hevur tvær síður.
? Ongin uppboðssøla er á Sandi og tað ger, at vit fáa ikki so góðan prís sum teir fáa, har uppiboðssøla er.
? Og av tí at virkið er í Sandoynni, fáa vit heldur ikki flutningsstuðul at flyta fiskin.
? Men eg haldi, at vit vilja heldur hava virkið, leggur hann afturat.
Avmarkaðu seg sjálvar
Terji Dalsgaard sigur, at fyri einum ári síðani tók Sands útróðrarfelag eitt heilt óvanligt stig fyri at gera tað liviligt hjá øllum úróðrarbátunum.
Teir áløgdu sær sjálvum eina sjálvbodna avmarking við tað, at samtyktu, at ongin skuldi fiska við línu á nøkrum innaru leiðum hjá teimum.
Grundgevingin var tann, at nógvir snellubátar lógu á tí økinum, eisini snellubátar úr Suðuroynni, men nakrir fáir línubátar royndu eisini har.
Tað gjørdi, at snellan drap ikki livandi.
Terji Dalsgaard sigur, at útróðrarmenninir avtalaðu tí sínamillum, at teir skuldu ikki royna við línu á teimum ávísu økjunum.
Talan var um Grynnuna, teir nevna tað, har er sandbotnur
Hann sigur, at hendan avtalan hevur verið rímiliga væl hildin.
Kilo ístaðin fyri krónur
Terji Dalsgaard fýlist annars á, at inntøkutrygdin hjá útróðrarmonnum er skerd.
Og hann fýlist eisini at mátanum, hon er skerd uppá.
Nú skal ein útróðrarbátur hava avreitt fyri minst 9.000 krónur um mánaðin fyri at koma upp í part við inntøkutrygd.
? Hetta er at gera grovan mannamun á útróðrarmonnum.
? Tí teir, sum búgva við uppboðssølurnar fáa nógv hægri prís enn vit fáa, sum ikki kunnu avreiða til uppboðssølu.
? Tí er tað nógv skjótari hjá teimum at koma upp á 9.000 krónur, enn tað er hjá okkum.
? Tvs, at vit skulu fiska munandi meiri áðrenn vit sleppa uppum markið.
Ístaðin fyri eitt ávíst krónutal, átti eitt ávíst kilotal at verðið ásett, tí so var tað líka fyri allar
Terji Dalsgaard sigur, at tað tykist um um útróðrarmaðurin skal ikki kunna vera til í hesum samfelagnum.
Og hann heldur, at tað er skeivt at skerja virkismøguleikarnar hjá teimum fult riknu bátunum av tí, at teir, sum eru partvís útróðrarmenn eru ?ov dýrir?.
? Í øllum førum hava vit ikki fingið góða móttøku frá hesum landsstýrinum, sigur skrivarin í Sands Útróðrarfelag.
Hann fýlist eisini á umstøðurnar hjá útróðrarmonnum í Als.
? Vit skulu bara betala, men kunnu ikki fáa eitt reytt oyra úr ALS uttan at vit selja bátin.
Her má og skal broyting koma í, sigur Terji Dalsgaard.