- Vit hava ikki nóg gott grundarlag

Eftir at tað er komið fram, at eitt nú íslendsk nótaskip, sum royna við troli, hava havt eina ávísa hjáveiði av toski, hevur Fiskiveiðieftirlitið kannað, um hjáveiða eisini er í veiðini hjá føroysku nótaskipunum

Fiskivinna

Tað hevur nevniliga ljóðað, at hjáveiðan hjá íslendskum nótaskipum stundum hevur verið so stór, at skipini hava verið noydd at siglt undan toski.
Áður hevur veiðan hjá nótaskipunum verið rættiliga rein, men síðan tey nýggju skipini, sum hava rættiliga stóra tóvmegi, eru vorðin effektivari, er uppíblanding av øðrum fiskasløgum vorðin ein ávísur trupulleiki.
Nevnt hevur eisini verið, at ein onnur orsøk til, at toskur og upsi í størri mun eru uppi í veiðini hjá nótaskipunum, er, at fiskurin hevur havt ov lítið at eta, og at hann tí gongur uppi í svartkjaftinum.

Veikt grundarlag

Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at teir í summar hava gjørt nakrar kanningar av nótaveiðini hjá føroyskum skipum, men grundarlagið er ov veikt til tess, at hann dugir at siga, hvussu stórur ella lítil trupulleikin við hjáveiði er.
Sum skilst, er lítil svartkjaftur veiddur í føroyskum sjógvi, síðan Fiskiveiðieftirlitið fór undir sínar kanningar. Men stovnurin hevur kannað lastir, ið skipini, sum hava veitt í íslendskum sjógvi og altjóða sjógvi, hava lagt upp í Føroyum. Í summum førum hava hesi skip fiskað ein part av veiðini í føroyskum sjógvi, men meginparturin er veiddur í íslendskum sjógvi og altjóða sjógvi.
- Jú, vit hava gjørt nakrar kanningar, men eg haldi, at grundarlagið er ov veikt til tess at gera nakra niðurstøðu. Tískil fara okkara kanningar av hesum viðurskiftum at halda fram.
Elmar ásannar, at føroysku nótaskipini hava havt eina ávísa hjáveiði, men hann torir ikki at geva nakað boð uppá, hvussu stór hendan er.
Hann heldur ikki, at talan er um prosentir, men vil kortini ikki hefta seg við nakað tal, tí enn er ikki komið á mál við kanningunum.

Stórar nøgdir

- Fiskurin verður pumpaður upp í skipini, og tá ið hann verður landaður, fara eini 120 tons eftir bandinum um tíman. Tað einasta, vit kunnu gera, er at eygleiða fiskin og taka myndir av tí, vit síggja. Nøgdirnar eru so stórar, at ógjørligt er at taka hjáveiðina burtur úr samlaðu veiðini.
Hann sigur, at Fiskiveiðieftirlitið arbeiðir við at gera tað lættari at kanna hjáveiðina hjá nótaskipunum, og hann væntar, at grundarlagið undir metingini verður betur sum frá líður.
- Tá ið nógvur fiskur er at fáa, er skjótt at fylla skipini, harav tey størstu taka eini 2500-2700 tons. Er minni at fáa, sum tað hevur verið í seinastuni, verður tóvað leingi um stór økir, og eg trúgvi, at tað serliga er í slíkum føri, at hjáveiða er uppi í fiskiskapinum hjá nótaskipunum, sigur Elmar.
Hann sigur, at tað, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur sæð uppi í veiðini hjá føroysku nótaskipunum, serliga er góður og miðalgóður upsi, kongafiskur og rognkelsi.
- Hinvegin hava vit sæð lítið av toski, sigur hann.
Elmar Højgaard sigur, at vanliga plagar fiskiskapurin eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi at taka seg uppaftur síðst í september, og tá fer Fiskiveiðieftirlitið eisini at hava eyguni eftir møguligari hjáveiði.