Vit hava ikki ráð til at lata vera

- Vit mugu hava góð tilboð til ungdómin, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum

Nú verða umstøðurnar hjá teimum, sum lesa í Føroyum, betur.

 

Í hesum sambandi boðar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, frá, at nú er ætlanin at hækka studningin til tey, sum eru undir hægri lestri, 500 krónur um mánaðin.

 

Samstundis skulu stakir uppihaldarar, sum lesa, fáa studning í 12 mánaðir, har teir higartil bara hava fingið studning í 11 mánaðir, tí teir hava ikki fingið studning í juni mánað, tá ið summarferia er.

Og harafturat verður barnastudningin nú hækkaður upp í 1000 krónur um mánaðin fyri fyri hvørt barnið. 

Men sum frálíður er endamálið, at øll, sum eru farin undir hægri lestur, skulu fáa lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar, sigur landsstýriskvinnan.

 

Rigmor Dam sigur, at eftir ólavsøku verður uppskot um hetta lagt fyri Løgtingið.

- Skulu vit standa okkum í kappingini um ungdómin, mugu vit hava líka góð tilboð til tey, sum tey hava í teimum londum, vit kappast við, sigur Rigmor Dam.

 

 Hon sigur, at í fyrstu syftu hava tey lagt størstan dent á at bøta um umstøðurnar hjá støkum uppihaldaum, so at tað verður lættari hjá teimum at halda summarferiu saman við børnunum.

 

- Hin møguleikin er, at tey mugu arbeiða alt summarið fyri at rinda tær føstu útreiðslurnar, sum barnafamiljur hava hvønn mánað. Og tað er stak óheppið, serliga fyri børnini, um foreldrið ongantíð hevur tíð at halda frí, sigur Rigmor Dam. 

 

Hon sigur, at ætlanin er at hækka játtanina til lestrarstuðul einar seks milliónir krónur um árið hesi næstu trý árini.

 

Næsta ár verða sostatt fimm milliónir brúktar til at hækka lestrarstuðulin til tey, sum eru undir hægri lestri, 500 krónur um mánaðin. Ein hálv millión verður brúkt til at veita støkum uppihaldarum studning eisini í juli mánað og ein hálv millión fer til at hækka barnafrádráttin úr 966 krónur um mánaðin, upp í 1000 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið.

 

Rigmor Dam sigur, at vit mugu gera okkum greitt, at tað kostar at fáa tey ungu at verða verandi í Føroyum.

- Tað kostar at venda skeiklaðu aldurssamansetingini og tí hava vit rætt og slætt ikki ráð at lata vera, sigur Rigmor Dam.