Vit hava keypt nógv minni enn vit plagdu

Tað er vanligt, at húsarhaldini keypa minni hesa tíðina, men hesa ferð er sølan minkað meiri enn vanligt

Hendan fyrsta ársfjórðingin í ár hava húsarhaldini í Føroyum keypt nógv minni enn tey gjørdu í fjórða ársfjórðingi í fjør – og her er talan um nøgdir, ikki um prísir.

 

Tað er vanligt, at fyrsta ársfjórðing í einum ári er sølan væl minni enn hon var fjórða ársfjórðing árið fyri. Í fjórða ársfjórðingi í einum ári er er sølan nógv merkt av jólunum, men afturfyri er sølan meira soltin í fyrsta ársfjórðingi, og hesa ferð var onki undantak, sigur Hagstovan

 

Í hesum sambandi er sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum 14 prosent minni í fyrsta ársfjórðingi í ár enn hon var í fjórða ársfjórðingi í fjør. Hesi seinastu árini hevur minkingin verið 10 prosent í miðal og sostatt er sølan av matvørum og alkoholfríum drykkjuvørum minkað meira enn vanligt.

 

Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár, er sølan av mati og alkoholfríum drykkjum lækkað átta prosent, men hetta sama tíðarskeiðið hækkaðu prísirnir trý prosent.

 

Hinvegin minkaði sølan av klæðum og skóm heili 25 prosent – og tað er ikki líka nógv, sum vanligt, tí hesi seinastu árini hevur sølan av hesum vørum verið eini 40 prosent minni í fyrsta ársfjórðingi enn hon var í fjórða ársfjórðingi árið fyri.

 

Men verður hugt eftir prísinum eitt heilt ár, frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár, er sølan lækkað eitt prosent og í hesum sama tíðarskeiði hækkaðu prísirnir fýra prosent.

 

Fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð var sølan 32 prosent lægri í fyrsta ársfjórðingi í ár enn hon var í fjórða ársfjórðingi í fjør. Minkingin er nakað størri enn undanfarin ár, tí frá 2017 til 2021 hevur minkingin verið 25 prosent í miðal.

 

Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár, er sølan lækkað 15 prosent og í hesum sama tíðarskeiði hækkaðu prísirnir fimm prosent.