Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, letur væl at gongdini í kommununi, og tað gongur eisini væl fíggjarliga við einum skattaprosenti, sum er á 19,9.
- Vit hava ein góðan skúla, sum við árunum er víðkaður nokso nógv. Her er alt goldið. Vit hava eisini ein lutfalsliga nýggjan og góðan dagstovn, Barnahúsið Imba.
Hon sigur, at kommunan hevur arbeitt við at sóttreinsað drekkivatnið, og í hesum sambandi er nýggj leiðing løgd heim úr Fossá.
- Vit fara eisini at seta reinsiverk upp úti á Norðtoftum til tey fólk, sum búgva her. Hinvegin reinsar smoltstøðin, sum er á Norðtoftum, sítt vatn sjálv.
Katrin Næs ásannar, at tørvur hevur verið á viðlíkahaldi í Hvannasunds kommunu, og her hava tey fingið HJ Asfalt at asfaltera.
- Vegurin út á Norðtoftir er vánaligur, og hetta er eitt av teimum vegastrekkjum, sum skal asfalterast, umframt onnur vegastrekki í kommununi eisini.
Borgarstjórin vísir á, at kommunan eigur nøkur grundstykki báðu megin Hvannasund, og her er møguligt at keypa grundstykki, byggja sær sethús og seta búgv.
- Í løtuni veksur kommunan, men barnatalið í skúlanum er við árunum minkað nakað. Hinvegin búgva fólk í flestu húsum í kommununi.
Í Barnahúsinum Imba hava foreldur tikið seg saman at hava ein part av húsinum opið til ungdómin í kommununi tvær ferðir um vikuna, og samkomurnar gera eisini eitt gott arbeiði í bygdunum.
Í Norðdepli er handil við øllum vanligum gerandisvørum.
- Jú, eg haldi, at vit eru í einari góðari gongd, og Hvannasunds kommuna hevur onga nettoskuld, leggur borgarstjórin, Katrin Næs, aftrat.