­ Vit hava ongum noktað viðgerð

Sjúkrahúsverkið fær árliga eina ávísa upphædd frá Landsstýrinum, sum læknarnir hava til at taka, tá sjúklingar hava brúk fyri heilsubót. Bert yvirlæknarnir á deildunum hava ábyrgd, tó at umsitingin kann siga, at hann skal viðgera sjúklingarnir so skjótt sum til ber. Vórðu fleiri røktarpláss tøk, hevði gingið betur, men tað er ikki ein læknalig uppgáva at hava fólk liggjandi til røkt, sigur Pál Weihe

Orðaskiftið um játtanir til sjúkrahúsverkið er støðugt og afturvendandi evni.

Tað skapar ikki bert ótryggleika hjá teimum, sum hava læknaviðgerð fyri neyðini, men eisini millum starvsfólkini, ið verða hótt við møguligum uppsøgnum, um játtanin frá myndugleikunum á økinum, ikki verður nøktandi.

Vanlig fólk fáa varhugan av, at ósamsvar er millum turr tøl og tørvin á læknaligari og menniskjansligari hjálp.

Pál Weihe læknastjóri, er við til at taka avgerðir í leiðsluni í sjúkrahúsverkinum, og m.a. hevur hann til uppgávu at tryggja, at læknaligi førleikin verður nøktaður.

­ Landsstýrið gevur okkum ein posa av peningi, sum vit skulu brúka at geva heilsubót fyri, eitt nú við kanningum, samrøðum og viðgerð. Allar viðgerðir skulu verða fullgóðar, og standa mát við tað, sum Heilsustýrið ásetur, sigur Pál Weihe.

­ Vit hava onga konto til óvæntaðar útreiðslur, men noyðast at dúva uppá konto, sum er til keyp av læknaligum tólum.

­ Tøkniliga eru vit nøkurlunda við, men menningin gongur við rúkandi ferð. Tað krevur endurnýggjan av tólum, eins væl og á eftirútbúgving av starvsfólki.

­ Kemur tað fyri, at neyðugt verður at nýta ódýrari loysnir í sjúkuviðgerð, tí ov lítil peningur er til?

­ Sjúkuáseting (diagnosa) og viðgerð er ikki avmarkað av peningi, men tað er innleggingartíðin, sigur Pál Weihe.


Ábyrgdin er hjá yvirlæknaum

­ Tað verður altíð tosað um, hvussu kostnaðarkrevjandi innleggingarnar eru, og at fólk skulu útskrivast sum skjótast. Er tað læknaligt forsvarligt, tá Heimarøktin stríðist við at at nøkta tann tørvin sum er. Hvør hevur endaligu ábyrgdina?

­ Tað er altíð yvirlæknin á ávísu deildini, sum hevur ábyrgdina. Vit siga bert, at hann skal royna at arbeiða so skjótt við viðgerini sum til ber.

­ Tað hevði gingið betur um fleiri røktarpláss vóru tøk, men tað er ikki ein læknalig uppgáva, at hava fólk liggjandi til røkt, sigur Pál Weihe.

­ Letur leiðslan seg ávirkað av politiskum og áhugaligaum trýsti, eitt nú tá fíggjarlógin skal gerast?

­ Trupulleikin er m.a. at tørvurin á sjúkraviðgerð og tænastu ikki bert verður ásettur í sjúkrahúsverkinum, men at politikararnir áseta, hvussu nógv okkara arbeiði skal kosta í krónum og oyrum, sigur Pál Weihe.

Hann tekur fram dømi, tá fólk síggja í sjónvarpinum ella lesa í bløðunum um nýggjar viðgerðir, so biða tey um at fáa slíkar viðgerðir. Svarið er næstan altíð játtandi, um tað ber til, ella er atkomiligt hjá okkum ella í grannalondunum.

­ Her er talan um eina tørvsmekanismu, sum liggur uttan fyri okkum. Tað ber til at siga, at játtanin byggir á ein faktor, og at tørvurin á nýggjum viðgerðarhættum er størri ella vaksandi, og stoytir saman við, hvat verkið kann veita og tað, sum játtanir eru til.

Pál Weihe sigur, at sjúklingar í hinum Norðurlondum og Bretlandi við, eisini seta krøv til sjúkrahúsverkið, sum ikki eru møguligt at nøkta.

­ Ber til at seta krónur og oyru á sjúku?

­ Vit nokta ongum viðgerð, og tí er ofta neyðugt m.a. at senda sjúklingar niður á miðjari nátt við leiguflogfari. Tað kostar umleið 100.000 krónur hvørja ferð. Hendir hetta tvær ferðir, so kostar tað eins nógv og eitt starvsfólk í eitt ár.

­ Kortini eydnaðist tað okkum at halda játtanina í fjør, men so komu áhugabólkar og politikarar upp í leikin. Teir góðtóku ikki okkara avgerð at lata pensionatið aftur á jólum, hóast vit hildu tað vera eina loysn, sum var forsvarlig og til at liva við.


Áhugafeløg gagnlig

­ Er tað ein vansi í arbeiðnum, at politikarar og áhugabólkar leggja trýst á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum?

­ Nei, als ikki. Eg havi stóra virðing fyri tí arbeiði, sum áhugafeløg gera. Ein sjúklingur er altíð veikur sum einstakur persónur. Um neyðugt er við trýsti frá áhugabólkum, fyri at varðveita tænastustøðið, so hava áhugafeløgini ein týðandi leiklut, tá teir vegna sjúklingin krevja eina rímiliga tænastu, sigur Pál Weihe og leggur aftrat, at hann ikki fatar áhugafeløgini sum fíggindar hjá sjúkrahúsverkinum.

­ Tá vit eru frísk og fara til handils, kunnu vit sjálvi gera av, hvat vit skulu keypa ella ikki, men sjúklingurin er ikki harri yvir sína støðu, sigur læknastjórin.

Stríð við fagbólkar í sjúkrahúsverkinum, hevur eisini merkt myndina av sjúkrahúsverkinum úteftir.

Tað heldur læknastjórin eisini hevur havt gagnliga ávirkan innanhýsis, av tí at tað hevur týdning fyri raksturin og heldur fakliga førleikanum uppi, eitt nú við at tryggja góða viðgerð.

­ Danska læknafelagið krevur at læknar skulu á skeið í sínum serøki á hvørjum ári, og tað er eitt heppið samspæl við læknafakligu bólkarnar, sum tryggjar, at fakliga og læknaliga vitanin verður dagførd, sigur læknastjórin.


Ikki nóg mikið at halda í hond

­ Er pláss fyri menniskjansligu umsorganini, tá tølini skulu ganga upp, og tí tøkniliga partinum, sum eisini er partur av sjúkrahúsverkinum?

­ Menniskjað og tól stuðla hvør øðrum, men tað er ikki nóg mikið, bert at sita og halda í hondina hjá sjúklingum.

­ Sjúklingur kann halda læknan vera ein blíðan persón, um hann bert gevur sær stundir at práta.

­ Um læknin ikki gevur ta viðgerð sum er neyðug, hóast hann virkar menniskjansligur, so hevur hann ikki gjørt tað, sum læknaliga er gjørligt fyri at hjálpa sjúklinginum.

­ Primeri leikluturin er at geva føroyingum tað, sum er læknavísundin megnar. Gera vit ikki tað, so hava vit misrøkt okkara uppgávu, sigur Pál Weike, sum ikki vil gera viðmerking til afturvendandi kjakið um fíggjarlóg og peningajáttanir.

Hann ásannar kortini, at tað er stak óflíggjasligt ár um ár at arbeiða seg ígjøgnum fíggjarætlanina, tá karmarnr eru so trongir, og ikki minst, tá talan er um at minka um arbeiðsmegina.

­ Í veruleikanum vilja vit bert geva fólk frið og trygd í arbeiðinum,og avgjørt ikki at hótta fólk á teirra breyð, sigur Pál Weihe.