Vit hava ráð at vera í verkfalli í fleiri ár

Nú krevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, at sjúkrahúsini skulu rinda avgjald fyri hvønn sjúkarøktarfrøðing, sum fær undantaksloyvi til at arbeiða í verkfallinum

– Nú verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum fer inn í triðju viku, er enn einki, ið bendir á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur støðuna í álvara.

Soleiðis tekur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, til í eini fráboðan í dag um verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, ið nú hevur vart í 15 dagar.

Felagið sigur at sjúkrarøktarfrøðingarnir tryggja alla tíðina, at sjúkrahúsini ikki gerast ótrygg og tað gera tey við at lata tey undantøk, ið eru neyðug.

Hetta merkir, at alt alneyðugt virksemi heldur á, »meðan landsstýrið hevur lagt seg aftur á, og mest tykist at fegnast um tey spara útreiðslur til lønir, og sostatt bøta um hallið á fíggjarlógini« sigur felagið.

– Tað tykist sum av tí, at verkfallið ikki beinleiðis rakar Fíggjarmálaráðið, eru tey líkaglað. Men er Sambandsflokkurin eisini líkaglaður, spyrja tey.

Tey sipa til, at Sambandsflokkurin fór til val uppá viðgerðartrygd, men í løtuni vaksa bíðilistarnir hvønn dag, meðan løgmaður bara hyggur at, og letur Jørgen stýra, sum tey málbera seg.

Tey vísa á, at tey hava fíggjarliga orku til at vera í verkfalli í fleiri ár. Men tey siga, at tey kunnu ikki góðtaka, at landsstýrið brúkar verkfallið til at flyta útreiðslur úr landskassanum yvir í kassan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Tí hava tey nú gjørt av, at at krevja eitt avgjald fyri øll undantøk, ið verða givin og tað avgjaldið fer til at fíggja útreiðslur í samband við verkfallið.

Tað merkir, at umframt at rinda lønina til sjúkrarøktarfrøðingarnar sum arbeiða, skal heilsuverkið eisini rinda Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, 200 krónur um tíman fyri hvønn sjúkrarøktarfrøðing, sum fer til arbeiðis, men tað góðtekur heilsuverkið ikki undir nøkrum umstøðum.