Vit hava saktans ráð til at hækka lønirnar

? Landskassin hevur einar 400 milliónir í avlopi, so tað er púra náttúrligt, at Starvsmannafelagið vil hava, at ein partur av framburðinum skal koma teimum til góðar - og tað hava vit væl ráð til, heldur Jóannes Eidesgaard

Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at støðan er so fastlæst, at løgtingið eigur at leggja uppí ósemuna á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hann heldur, at partarnir skulu royna seg sjálvir, tí møguleikarnir eru avgjørt enn til staðar.

Men hinvegin heldur hann, at samráðingarnar vóru komnar alt ov stutt, tá ið tað kom til skarpskeringarso at tað var neyðugt at boðsenda semingsmonnunum.

? Tá ið tað kemur so langt, at semingsmenn koma uppí, plaga tað ofta ?bara? at vera lønarspurningurin, sum var eftir at loysa.

? Men í hesum føri var tað so nógv onnur mál eisini, og tí haldi eg, at samráðingarnar vóru komnar ov stutt, tá ið freistin var úti.

? Men eg havi skilt, at Starvsmannafelagið ætlaði at fáa gongd á samráðingarnar fyri langari tíð síðani, men at tað ikki bar til, tí landsstýrið hevði ikki tíð.

? Tíverri vísti tað seg eisini, at landsstýrið hevur ikki gjørt sítt heimaarbeiði nóg væl, tí tað var yvirhøvur ikki fyrireikað uppá eitt høvuðskav frá Starvsmannafelagnum, tá ið vit ikki hugsa um lønina.

? Og tað var kravið um eina nýggja lønarskipan.

? Men tann spurningin var landsstýrið ikki ført fyri at taka upp, tí tað var ikki fyrireikað til tað, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaður javnaðarfloksins sigur, at møguliga hevði tað enda við arbeiðssteðgi kortini.

? Tí fíggjarmálaráðharrin vildi bara tosa um eina null-loysn alla tað fyrstu tíðina.

? Og við eini so avgjørdari støðu, sum ikki bjóðar til neyðsemjur, hevur landsstýrismaðurin næstan biðið um arbeiðssteðg.

Hinvegin heldur Jóannes Eidesgaard, at Starvsmannafelagið hevur flutt seg reiðiliga nógv í samráðingunum.


Vit hava ráð til tað

Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at øll áttu at vita, at tað fór ikki at ganga við eini null-loysn hesuferð.

? Starvsmannafelagið er eitt av feløgunum, sum gekk við til at fara 8-9% niður í løn í 1993.

?Við tógvið stríð hevur tað eydnast at fáa tann lønarniðurskurðin aftur.

? Og ongin kann lasta teir fyri, at tey halda seg hava rætt til at fáa ein part av framburðinum, sum hevur verið í búskapinum, tí tað er ikki annað enn eitt rættvíst krav.

Og hann heldur, at vit hava væl ráð til at hækka lønirnar.

? Landskassin hevði einar 400 milliónir í yvirskoti í fjør og sum útlitini eru, verður yvirskotið í ár ikki minni.

? So landskassin ber saktans eina lønarhækking.

Hann er ikki samdur við Karsten Hansen í, at ein lønarhækking nú eigur at føra til uppsagnir.

Men hatta er nakað, sum altíð verður brúkt ímóti fakfeløgunum.

? So fer hetta at føra við sær, at fólk verða søgd upp, er tað tí at landsstýrið vil tað og ikki tí at búskapurin krevur tað, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Tað er lænarkarmurin, sum ger av, hvussu nógv fólk skulu arbeiðahjá tí almenna. Og at áseta lønarkarmin er ein politiskur spurningur. Tað hava fakfeløgini onki við at gera.

? Hann sigur, at tað er neyðugt at tey, sum arbeiða í eini almennari umsiting, skulu hava góð arbeiðs- og lønarkor.

? Tí vit mugu alla tíðina hava í huganum, at vit eru í kapping við arbeiðsmarknaðin í øðrum londum.

? Og vit vita, hvussu lætt tað er hjá føroyingum at flyta í onnur lond at arbeiða, tá ið umstøðurnar verða betri uttanlands.

? Vit hava heilt fesk dømi um, at eisini føroyingar, sum hava arbeiði, eru skjótir at flyta, tá ið umstøðurnar verða betri aðrastaðni.

Men hann leggur afturat, at hann kennir ov lítið til samráðingargongdina til at hann kann siga, hvat ein hóskandi lønarækking er.

Hetta merkir ikki, at javnaðarflokkurin vil hava eina ótálmaða, almenna umsiting. Vit hava ávarað ímóti at pumpa tað almennu umsitingina upp við alskyns stjórum og leiðarum o.s.fr.

? Almenna umsitingin skal lagast til alla tína. Men hon skal virka. Og hon skal avgjørt ikki vera størri enn neyðugt.


Er ikki vegurin fram

Tað eru summi, sum hava illgruna um, at hetta er eitt politiskt verkfall?

? Tað fari eg ikki at siga, tí eg havi ilt við at trúgva, at tað skal vera endamálið.

? Men tað er ein sannroynd, at fíggjarmálaráðharrin er tjóðveldismaður. ? So tað kann ikki undra um nakar fær illgruna til tjóðveldisflokkin og samgonguni, sum heild.

? Og Karsten Hansen hevur eisini ferð eftir ferð víst á, at endamálið er at laga búskapin til føroysk viðurskifti í sambandi við fullveldisætlanina.

? Men tað er ikki vegurin fram at gera tað eftir fólkafloksleisti, og at gera Føroyar til eitt láglønarsamfelag, sum er afturútsiglt afturímóti øðrum londum.

? Vit menna ikki hetta samfelagið við at pína lønirnar niður. Skulu vit hava eitt vælútbúgvið fólk, sum kann vera við til at menna samfelagið, so er neyðugt at vit hava eitt lønarlag og ein arbeiðsmarknað, sum líkist okkara grannalondunum rættiliga nógv.

? Menningarlandskósin førir onga leið. Skulu vit vinna framá, skal dentur leggjast á háteknologi. Og háteknologi leggur eitt ávist trýst á lønarlagið, sigur formaður javnaðarfloksins.