B68 liggur til niðurflyting, og felagið kann ikki sjálvt gera av, um tað skal bjarga sær lívinum í Formuladeildini.
Fyrsta kravið til B68 leygardagin er ein sigur ella minst javnleikur ímóti NSÍ, og samstundis skal Skála spæla javnt ella vinna ímóti VB/Sumba, sum er eitt stig frammanfyri B68.
Seinast vann VB/Sumba ímóti einum tannleysum NSÍ-liði, og B68-álopsspælarin Súni Fríði Barbá hevði eina speiska viðmerking til NSÍ í 3-2 og sipaði til, at teir høvdu ikki givið seg fult út ímóti VB/Sumba.
- Tá ið tú ert heitur, so kemur tú onkuntíð at siga okkurt, sum tú ikki átti at sagt. Vit kunnu ikki geva NSÍ skyldina fyri, at vit liggja til at flyta niður. Vit hava vunnið ov fá stig ígjøgnum árið, og tí hava vit sjálvir ábyrgdina av, at liggja vit soleiðis fyri, sum vit nú gera, sigur Súni Fríði Barbá.
- Tað verður trupult hjá okkum í Runavík leygardagin, men vit fara at geva alt, sum vit eiga, og so vóna vit, at Skála kann geva okkum eina hjálpandi hond eisini, sigur hann.
Ralph van Dooren hevur leikbann í morgin, og bæði Arnbjørn Danielsen og Julian Johnsson hava verið burturi frá venjing í vikuni orsaka av skaða. Ivasamt er, um nakar av teimum spælir í morgin.
NSÍ manglar tveir spælarar. Óli Hansen er skaddur, og Julian Florescu hevur leikbann eftir reyða kortið í Vági.