– Tað hevur koyrt ordiliga væl hjá okkum í vetur, men eg haldi, at SÍ og Fleyr hava givið okkum ein skarpan gang, tí nógvir dystir hava verið javnir. Eg hevði tó viljað, at tað vóru fleiri lið við í kappingini heilt har frammi, men fleiri lið eru í ferð við at byggja upp við ungum spælarum, so um tvey ella trý ár eru kanska átta góð lið.
So er spurningurin, hvar tað góða liðið hjá Mjølni er, tá hini kanska hava tikið seg fram, tí tað kundi hent seg, at meistaraliðið er á einum vegamóti:
– Ja, vit eru kanska í einari hættisligari fasu, tí eingin av okkum hevur verið burtur og lisið, og allar eru í tí aldrinum, so vit vita ikki, hvussu tað verður næsta vetur. Hetta liðið kann sjálvandi verða burtur, áðrenn vit vita av, men so mugu vit bara gera eitt »come-back« eina ferð.
[email protected]