Tá ið tað snýr seg um at verja tey etisku virðini í føroyskum politikki, standa vit í Miðflokkinum einsamøll.
- Tað mugu vit ásanna ferð eftir ferð, staðfestir Jenis av Rana, floksformaður, nú Miðflokkurin hevur havt landsfund í Klaksvík í dag.
Hann ásannar, at tað eru eisini einstaklingar í øðrum flokkum, sum eisini sláa manngarð um tey etisku virðini.
Men tað eru einstaklingar, sum hava ”tey veldugi” upplivilsi, tað er at verða svikin av sínum egnum tá ið ásetendur
- Tey kunnu brúkast í einum valstríði og kunnu koma høgt upp í flokkinum.
- Men bæði tey, og øll onnur, vita, at tá ið á stendur, verða tey svikin av sínum flokkum, tí tey etisku virðini eru í aðru røð í hinum flokkunum.
Og Miðflokkurin skal ikki taka kappingina upp við hinar fimm flokkarnar um tey málini, sigur formaður floksins.
Hinvegin heldur hann eisini, at aðalmálini hjá Miðflokkinum at verja tey etisku virðini, er tann strævnasta uppgávan, ið hugsast kann.
Hann biðjur bara fólk lesa allar viðmerkingarnar frá fólki til tað, fólk út Miðflokkinum føra fram í miðlum og á Facebook.
Hann sigur, at var talan um onnur, ið fingu slíkt omanyvir seg, vóru málini langt síðani endað í rættinum.
Hinvegin dugir hann illa at hugsa sær, hvussu Føroyar høvdu sæð út, var Miðflokkurin ikki til.
Jenis av Rana er eisini sannførdur um, at Miðflokkurin hevur sera stóra ávirkan á politiska virksemið hjá ørðum flokkum.
Tað er Miðflokkurin, sum fær aðrar flokkar at ”halda seg í skinninum”, tí teir noyðast at taka atlit til at vit eru ein politiskur flokkur.
Hann sigur, at tað var júst hetta sum fekk Karsten Hansen, landsstýrismann at fara úr Tjóðveldi og yvir í Miðflokkin, tá ið Tjóðveldi gekk etisku virðunum ov nær.
Karsten Hansen ásannaði, at reint hugsjónarliga var Miðflokkurin ikki tann flokkur, sum lá hjarta honum nærmast.
Men orsøkin til at hann valdi miðflokkinum var nettupp treytaleysi manngarðurin, flokkurin sló um tey etisku virðini.