? Ferðslutrygd hevur nøkur fólk, sum fara út á skúlarnar at greiða frá, men vit hava brúk fyri fleiri, sigur Jón Kragesteen..
Hann heldur tað hava stóran týdning fyri frálæruna, at júst hesi fólkini út á skúlarnar.
? Tað er sera týdningarmikið, at fáa júst henda partin við í fyrilestrarnar, tí tað eru tey sum vita hvussu tað kenst at verða ferðsluskaddur.
? Slík menniskju eru beinleiðis kraftsentur, tá tað kemur til at greiða frá, og tað er rætt at byggja víðari upp á teirra vitan.
Tað er Ferðslutrygd, sum stendur fyri vitjanini hjá Jørgen Witt í Føroyum.
Teir hittust fyrstu ferð í 1995, og síðan hevur Jón arbeitt við at fáa eina slíka skipan setta saman í Føroyum, men slíkt arbeiðið tekur tíð, og ikki fyrr enn nú hevur borið til at fáa vitjanina í lag.
? Trafikinformatørarnir bjóða sær at útbúgva nýggjar informatørar. Teir bjóða teimum í fyrsta umfari eitt skeið uppá tveir dagar um tað at halda skeið.
? Síðan verða teir sendir út á skúlar og aðrastaðni, har brúk er fyri teimum.
? Seinni er so ætlanin, at teir skulu fáa eitt skeið í fyrilestrarteknikki.
Tað skeiðið snýr seg um bæði fyrireiking av einum fyrilestri og hvussu ein fyrilestur skal haldast.
Hvussu skipanin skal fíggjast er ikki greitt enn, tí so langt eru fyrireikingarnar ikki komnar. Fyrst verður roynt at útvegað »informatørarnar«, sigur Jón Kragesteen.
Ein annar trupulleiki er, at avlamispensjonistar í Føroyum ikki kunnu forvinna sær eina krónu uttan at Almannstovan mótroknar hana í veitingini.
Í Danmark er hetta loyst á tann hátt, at »informatørarnir« hava loyvið til at forvinna upp til 40.000 krónur uttan at tað merkist á sjálvari pensjónini. Tað verður tó frároknað í fall at tey fáa ymsar viðbøtur.
? Hetta var ein møgulig loys, men tað mugu vit tosað við politikararnar um, sigur Jón Kragesteen at enda.