Jústinus R. Hansen er hóast sín unga aldur, ein av teimum elstu runavíkingunum, sum spælir við NSÍ í ár. NSÍ hevur mist nógvar spælarar undan kappingarbyrjan, og nógvir nýggir eru komnir inn í staðin.
Jústinus er 22 ára gamal. Hann hevur spælt í nøkur ár við á besta liðnum hjá NSÍ, og hann hevur verið rættiliga fastur maður á miðvøllinum.
Hevur skift pláss
Jústinus hevur roynt seg á øllum ungdómslandsliðum. Sum yngri spældi hann ofta sum ein framrættaður miðvallari. Við árunum verður hann tó nýttur meira sum verjukendur leikari.
- Eg havi spælt nógv sum verjukendur miðvallari. Men í vinardystunum higartil havi eg spælt á høgra bakki. Hetta er nýtt fyri meg. Mær dámar best at spæla á miðjuni, men eg spæli, uttan mun til, hvar venjarin setur meg.
NSÍ hevur í nógv ár satsa stórt. Tó hava teir ongantíð vunnið Føroyameistaraheitið. Í ár satsar NSÍ sera stórt, og teir hava fingið nógvar nýggjar leikarar. Teir hava eisini fingið nýtt venjarapar í mest vinnandi venjaranum í Føroyum, Johan Nielsen, og hansara hjálparvenjara í tíðini á Skála, Pauli Poulsen.
Tosa ov nógv
Jústinus vil ikki tosað um nakrar vónir um meistaraheitið.
- Vit vilja fegin gera tað betri enn í fjør. Men eg vil ikki siga, at vit fara eftir meistaraheitinum. Leikarar og leiðarar hjá NSÍ hava tosað ov nógv seinastu árini. Vónirnar vórðu settar høgar, men vit hava ikki klárað at liva upp til tað. Tá ið eitt felag uttan vinnaratraditión meldar út, at tað fer at vinna meistaraheitið, fáa hini feløgini eina eyka motivatión til at vinna móti hesum felagnum, sigur Jústinus.
Fleiri leikarar, sum í nógv ár hava verið fastir menn, eru farnir frá felagnum í ár. Eisini hevur NSÍ fingið ein uttanveltaðan venjara, sum tykist vilja broyta nógv á liðnum.
Eingin vina – og kenningapolitikkur
- Vit hava mist nakrar leikarar, men vit hava eisini fingið nógvar góðar. Hetta verður fyrstu ferð, at eg spæli undir einum venjara, sum er púra uttanveltaður. Tað hevur eisini hjálpt um liðandan. Nú er eingin vina – og kenningapolitikkur í liðveljingini, sigur Jústinus.
NSÍ hevur leingi verið kent sum eitt lið, sum spælir nógvar langar bóltar og hevur lyndi til at loypa miðjuna um. Jóhan Nielsen er harafturímóti vorðin kendur seinastu árini hjá Skála sum ein venjari, sum dámar væl, tá ið liðið spælir skjótt, skipað spæl við ágangandi trýsti á mótliðið.
Ikki fleiri langar bóltar
- Jóhan gjørdi beinan vegin greitt, at hann vildi ikki síggja teir langu bóltarnar. Mær dámar væl, at vit fara at spæla meira eftir jørðini. Liðið skal broyta grundleggjandi uppá spælskipanina, og tað kann sjálvandi taka sína tíð, sigur Jústinus.
Hóast hann ikki vil siga, at NSÍ heilt vist fer at stríðast um meistaraheitið, so vónar hann, at NSÍ verður við heilt í oddinum. Hann viðurkennir tó, at nógv lið eru sterk í ár.
- EB-Streymur verða tungir at syfta. HB hava styrkt seg nógv, og teir hava eitt sera sterkt lið. B36 eru eisini altíð við í oddinum, sigur Jústinus.