Vit hildu ikki avtalur

KR-leikarin Rógvi Jacobsen helt eftir dystin móti Ísrael, at tá ið gestirnir høvdu lagt seg á odda, hildu leikararnir á føroyska liðnum ikki tær avtalur, ið vóru gjørdar undan dystinum.

Fótbóltsprát

- Eg haldi, at vit spældu fult upp við tær í fyrra hálvleiki, og so leingi sum vit orkaðu. Men so fáa teir eitt mál nokk so tíðliga í seinna hálvleiki, og tá er tað sum um, at vit ikki longur halda avtalurnar, segði Rógvi Jacobsen.
Bleiv tað so meiri tilvildarligt spæl eftir ísraelska leiðslumálið?
- Ja, tað bleiv meira tilvildarligt. Vit royna at satsa við tveimum áleyparum, og tá fáa teir nakrar góðar kontramøguleikar, sum teir saktans kunnu skora uppá, segði klaksvíkingurin.
Vóru málini hjá teimum ikki heldur bílig?
- Ja, bæði málini eru rættliga bílig, har vit hava møguleikan áðrenn og kiksa, og so fara teir í kontra og skora. Teir straffa okkum, tá ið vit missa bóltin, segði Rógvi.
Tit høvdu nakrar møguleikar, millum annað tú sjálvur?
- Ja, vit høvdu nakrar møguleikar, sum vit kanska kundu havt skorað uppá. Christian Høgni hevði eitt innlegg til mín, og hann var næstan á pannuni hjá mær, men málmaðurin fekk akkurát fingrarnar á bóltin, tíverri.
Tú byrjaði sum hangandi áleypari, men bleiv so fluttur aftur á miðvøllin. Hvat dámar tær betur?
- Eg haldi, at mítt spæl riggar best til at verða hangandi áleypari, tí har fái eg mest burturúr. Í seinna hálvleiki bleiv eg fluttur aftur, og tað er nógv tyngri á miðvøllinum, og tað krevur nógv meira.
Rógvi Jacobsen hevur hóast ósigurin gott mót til útidystin í Ísrael, tí nú hava føroyingarnir sæð ísraelska liðið, og Rógvi heldur ikki, at talan er um nakra ræðandi mótstøðu.