Vit høvdu tríggjar minuttir

Tað sigur 37 ára gamli indonesin, sum var annar av teimum, sum royndu at hjálpa horvna manninum av Anitu.

Tað sigur 37 ára gamli indonesin, sum var annar av teimum, sum royndu at hjálpa horvna manninum av Anitu.

 

Í mun til hini vitnini helt hesin 37 ára gamli indonesarin, at tað gingu heilir tríggir minuttir frá tí at maðurin bleiv fastur í trossanum, til hann varð ryktur í havið.

 

Hann segði, at ein trossi kom um beinini, og tað førdi til, at hann datt á dekkið, smekkaði høvdið í eina jarnhurð, og skríggjaði, áðrenn hann fór í havið.

 

Hann segði, at hann leyp eftir einum bjargingarkransi, men fekk hann ikki leysan. Hann segði, at maðurin fór upp um skottini í garnapawninum og síðani niður á dekkið.

 

Hann segði, at tað vóru útvið 16 tímar farnir av vaktini, og teir skuldu á frívakt um stutta tíð, tá vanlukkan hendi.

 

Hann segði, at teir høvdu ongan knív, tá vanlukkan hendi, og hann segði, at tað gingu tríggir minuttir frá tí at maðurin fekk trossan um beinini, til hann endaði í havinum.

 

- Vit vóru allir í panikki, segði vitnið og váttaði, at hann saktans kundi havt tikið feil av tíðini.

 

Hann segði seg vera rímiliga nýggjan umborð, so hann visti ikki so nógv um mannagongdina umborð.

 

Hann segði seg ikki hava fingið eina gjøgnumgongd av trygdarútgerðini umborð, tá hann mynstraði, og so segði hann eisini, at gørnini vórðu hálað inn við maskinu og ikki við hond.

 

Hann helt, at um ein knívur hevði verið til staðar, kundu teir kanska havt bjarga manninum.